Er kristni næstakærleikin eindømi í heimssøguni?

“Kristindómurin tók bara virði, sum grikkar og onnur longu høvdu frammanundan, og førdi tey víðari.”

Nakað soleiðis ljóðaði pástandurin í poddvarpi hjá KVF “Átrúnaður og politikkur: Kann mann taka patent upp á virðir?” við fimm gestum í útvarpsstovuni. Grundtónin hjá nøkrum av gestunum var, at kristindómur í so máta ikki er nakað serligt. Hvørki í samband við næstakærleika ella øðrum virðum. Men spurningurin er, um hesin pástandur heldur, um vit hyggja í søguligu keldurnar?

Í antikka heiminum

Enski søgugranskarin Tom Holland viðger hendan spurning í nýggju bókini Dominion: The Making Of The Western Mind (am. útg. How The Christian Revolution Remade The World). Holland vísir millum annað til griksk- rómversku mentanina undan kristindóminum og frameftir. Teirra gudar løgdu einki í tey fátæku. Heldur ikki hetjurnar hjá skøldum sum Homer og øðrum. Tvørtur ímóti, hetjurnar í Ilionskvæðinum høvdu andstygd fyri teimum veiku og kúgaðu. Sama hugburð høvdu táverandi heimsspekingar.

Pinkubørn fiskað upp úr Tiber ánni (mynd frá uml. 1450-67)

Í táverandi mentanum var eisini vanligt at síggja pinkubørn vrakaði av foreldrum. Sett út á vegjaðaran, í onkra kloakk ella út á okkurt ruskpláss. Har doyðu tey antin av tosta, hungri ella vórðu sundurskrødd og etin av rovdýrum. Tey hepnu av hesum vórðu ‘bjargað’ – serliga gentubørn – og seld sum trælir ella til skøkjuhús. At sleppa sær av við vanskapt børn varð roknað sum ein dygd; tað besta fyri samfelagið.

Fá, fyri ikki at siga eingin, setti spurning við hesa (ó)mentan. Sparta, ein av hægst virdu býum í Grikkalandi, var ímyndin av hesum politikki. Sjálvt hin háttvirdi heimsspekingurin Aristoteles, næmingur hjá Platon, gav hesum morali og mentan sín fulla stuðul.

Kristin næstakærleiki

Við kristindóminum tekur seg upp nakað heilt nýtt. Tom Holland vísir á, at meðan fyrstu ættarliðini av kristnum vórðu forfjónaði, forfylgd og nøkur dripin, so lærdu tey at fyrigeva og ikki at hevna seg. Latínska orðið fyri miskunn og næstakærleika er charitas og merkir at geva uttan at vænta nakað aftur. Tey kristnu vóru kend fyri hetta. Hetta kom ikki úr ongum, men var avleiðingin av, at øll menniskju bóru mynd Guds – óansæð hvussu ótespilig og ódámlig. Og at Kristus valdi at gerast menniskja og doyggja og rísa upp fyri øll.

Eitt var at taka sær av eins egnu fátæku og veiku. Men Jesus kemur við nøkrum heilt nýggjum: Kærleiksboðið, sum fevnir um øll menniskju av øllum ættum, tungumálum, fólkum og fólkasløgum. Soleiðis sum hann lærir við líknilsinum um miskunnsama Samariubúgvan: elska næstan – og enntá fíggindan! Og Holland undirstrikar: alt hetta var eindømi og kollveltandi.

Spitølsk, sum øll vanliga høvdu serliga andstygd fyri og skýggjaðu, vórðu eisini vælkomin takkað veri kristna næstakærleikanum. Tað var eisini sjón fyri søgn, tá ið pest og umfarsóttir herjaðu. Tey kristnu valdu ikki at flýggja úr býunum, men vórðu heldur verandi fyri at hjálpa ØLLUM sjúkum og doyggjandi. Og fyri mong kristin kostaði hetta teirra egna lív. Hetta samsvaraði júst við orð Jesusar:

“Eg var nakin, og tit klæddu Meg; Eg var sjúkur, og tit vitjaðu Meg; Eg var í fangahúsi, og tit komu til Mín. . . Tað, sum tit hava gjørt einum av minstu Mínum, hava tit gjørt Mær!” (Mt 25,36 og 40) og seinni:

Tað er einki framúrskarandi í at bara elska og virðismeta okkara egnu við kærleiksfullari umsorgan… Tað góða verður gjørt móti øllum menniskjum ikki bara móti teimum trúgvandi” (Cyprian úr Kartago f. 200, hálshøgdur ár 258).

Longu í Áp 6,1f. síggja vit skipaða hjálp til einkjur. Í 1 Tim 5,9 lærir Paulus lærisveinin Timoteus at skipa umsorganina fyri einkjum. At skráseta tær á listar og soleiðis tryggja teimum hjálp og stuðul. Hetta var eisini ókent í tátíðar mentanum.

Kirkjur kring rómverjaríkið høvdu eisini regluliga innsavnan hvørja viku fyri faðir- og móðurloysingum og einkjum, fyri fangum, neyðstøddum og sjúkum. So hvørt sum fleiri løgdust aftrat kirkjuni, vaks umsorganararbeiðið eisini. Skjótt mentist hetta til skipaðar stovnar: fátækraheim, sum mentist til hospital og eisini heim fyri sinnissjúk. Alt dømi um tann serskilta, kollveltandi, kristna næstakærleikan.

Grækaris frá Nyssa, grikskur kirkjufaðir (ár 331-394).

Longu í 300-talinum fordømdi St. Grækaris frá Nyssa trælahaldið sum eitt ófyrigevandi misbrot móti Gudi. Gud hevði skapað menniskjuna frælsa, og hon hevði óendaligt virði. At trælka eina menniskju var tí at kúga hennara tign. Onnur viðkomandi nøvn í hesum sambandi eru millum annað St. Bathilda (ár 626-80), Karlamagnus (ár 742-814), St. Anselm av Canterbury (ár 1093-1109), William Wilberforce (ár 1759-1833). Og vit kundi hildið á við dømum, hvussu kristni næstalærleikin kollvelti fatanina av menniskjanum og har undir mannarættindum (kvinnu- og barnarættindi) javnstøðu, minnilutaverju, hjúnarbandið, seksualitetin. . .

Søguleysir pástandir

Tann eini gesturin reksar fleiri av hesum dømum upp og sigur tað vera spildurnýggj hugtøk og fyribrigdi. At tað var ikki fyrr enn í upplýsingartíðini, fyri 300 árum síðan, at mann at enda megnaði at slíta seg úr kristna haftinum. Tástani fekk vesturheimurin síni serskildu virðir so sum demokrati, mannarættindi, javnstøðu, barnarættindi o.s.fr. Og einastaðni í poddvarpinum verður brigslandi sagt:

Pástandurin um, at næstakærleiki er eitt kristiligt fyribrigdi, ið gongur sum ein linja frá Jesusi og fram til okkum, er søguleysur.

Er nakað søguleyst, so er tað júst hesin pástandur.

Tá Holland leggur fram eina søgukeldu fyri og aðra eftir við dømum um mentan og siðir undan kristindóminum, so fær hetta okkum flestu vesturlendingar at øtast. Og so kemur rannsakandi spurningurin: Hví øtast vit? Í táverandi mentan øtaðist ongin – tað var púra vanligt. Niðurstøðan er, at hevði kristindómurin við sínum næstakærleika ongantíð verið, so høvdu vit heldur ikki øtast.

Í ljósinum av søgukeldunum eru pástandirnir í poddvarpinum høpisleysir. Kristni næstakærleikin er als ikki søguleysur, men tvørturímóti søgufastur og gongur sum reyður tráður fram í okkara tíð. Fingramerkini av kristindóminum eru framvegis týðilig á flest øllum økjum í vesturheiminum, hóast eina sterka sekularisering seinastu øldirnar. Júst hetta vísir Tom Holland eisini við søgukeldunum, sum hann hegnisliga hevur savnað saman í dungavís (yvir 600 síður). At so nøkur ikki vilja kennast við hetta, sigur kanska meir um teirra egnu fordómar.

______________________________________________________________________________________

Skrivað: Kristian Hansen, cand.theol.

Kelda: Tom Holland, Dominion: The Making of the Western Mind, 2020.

Myndir í raðfylgju: “St. Elisabeth frá Ungarn røktar tey sjúku,” (1207-1231) málningur, Museo de Bellas Artes de Sevilla. “Deyð pinkubørn fiskað upp úr Tiber ánni,” freskomálningur frá uml. 1470, í Santo Spirito hospitalinum í Róm. “Congregation Vector Images,” Congregation Illustrations. “Ikon av St. Grækaris frá Nyssa,” freskomálningur frá 14. øld, Chora kirkjan í Istanbul.

2 betragtning angående “Er kristni næstakærleikin eindømi í heimssøguni?”

  1. Virkuliga gott, óføra greitt. Júst so hevur kristindómurin ávirka okkara vesturheim, sjálvt um mangir ikki vilja viðurkenna tað. Takk fyri Kristian.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *