Filistarar – fupp ella fakta?

Søgurnar um filistarar í Dómarabókini og Sámuelsbókunum eru kendar. Kendast man vera søgan um Dávid og filistaran Goliat. Men tá Mósebøkurnar umtala filistarar í ár 2000 f.Kr., rópa kritikkarar varskó: Her eru filistarar settir í skeivt tíðarskeið – ein tíðarvilla (t.e. anakronisma). Ein teirra er søgufrøðingurin Hans Andrias Sølvará.

Í bókini Guds orð ella orð um Gud sigur Sølvará, at ongar keldur uttanfyri GT umtala filistarar í Kána’an áðrenn ár 1200 f.Kr. Fyrsta og onnur Mósebók mugu sostatt vera skrivaðar nógv seinni, enn tær geva seg út fyri. Tí meinar Sølvará saman við fleiri bíbliuskeptikarum, at Mósebøkurnar ikki verða skrivaðar fyrr enn umleið 8.-6. øld f.Kr.

Fornfrøðisligar rannsóknir hava beinleiðis prógvað, at filistarnir ikki búsettust í Kana fyrr enn einaferð eftir 1200 f.Kr. t.e. 900 ár eftir at Ísak skuldi havt hitt filistakongin.

Guds orð ella orð um Gud, 2007:26f.

Men spurningurin er, um hetta er besta niðurstøðan? Gevur pástandurin ikki fleiri trupulleikar enn loysnir?

Eldri filistarar mótvegis teimum yngri

Fyri at nevna nakrar av hesum trupulleikum, so vóru filistarar ein gamal og væl kendur fíggindi hjá Ísrael í tíðini, tá kritikarar halda Mósebøkurnar vera skrivaðar. Í tíðarskeiðinum frá 1200 f.Kr. og fram verða filistar altíð lýstir sum ein stríðshugaður fíggindi og ein støðug hóttan ímóti Ísrael. Men í 1. Mósebók, umleið ár 2000 f.Kr., verða filistar lýstir sum vinarligir móti ættarfedrum Ísraels.

Eingin ísraelskur høvundi í 8.-6. øld f.Kr. kann hava verið so óvitandi um so grundleggjandi søguligar veruleikar um sítt egna fólk, at hann hevur spunnið eina søgu upp við so grovum søguligum mistøkum uttan nakað endamál. Tað vildi svarað til, at ein jødi í dag spinnur eina søgu upp um sítt egna fólk undir seinna heimsbardaga. Hann roynir at fáa lesaran at trúgva, at talan er um veruligar persónar og hendingar. Men av misgávum sigur hann Nazi-Týskland vera vinur og teirra sameindi.

Filistiskur hermaður við eyðkenda høvuðprýðinum úr fjarðum.

Hví skapa eina søgu, har argasta fíggindin er vinarligur móti ættarfedrunum (1 Mós 20,14-18; 21,22-34; 26,1ff.)? Hví skapa eina søgu, har ættarfaðirin Ábraham ger sær fyri skommum fyri filistarum? (1 Mós 20) Eingin ísraeli hevði torað at sagt og enn minni at skrivað slíkt um Ábraham, um hetta ikki var ein verulig hending. At íspinna slíkt um ættarfaðirin hevði verið so grov ærumeiðing og spottan, at tað hevði verið óhugsandi. Og enn minni hugsandi hevði tað verið, at slík ærumeiðing hevði fingið innivist í teirra heiløgu skriftum.

Er veruliga talan er um tíðarvillu í Mósebókunum? Er veruleikin, at ísraelar hava sitið í umleið 8.-6. øld f.Kr. og skapt Mósebøkurnar, uppfunnið søgurnar – og av misgávum sett filistar inn í skeivt tíðarskeið? Um so var, so skuldu vit væntað, at samsvar var ímillum filistarnar á teirra egnu samtíð og filistarnar, sum teir av misgávum knýttu at patriarkunum. Ein samanbering vísir, at her er lítið samsvar:

Filistarar í patriarkatíðini Filistarar í Dómarabókini og frameftir
– vinarligir móti ættarfedrunum
– eru friðarligir og blíðir
– hava ein bý og ein kong
– arvafíggindi hjá Ísrael
– krígshugaðir og fíggindaligir
– 5 býir og hvør sín høvdinga

Hava høvundarnir av misgávum gjørt ein tíðarfeil, hví siga teir so ikki, at filistarnir í 1. Mósebók hava høvdingar eins og í Dómarabókini? Hví lýsa teir ikki filistar sum ófriða- og bardagakroppar eins og í teirra egnu samtíð? Pástandurin um tíðarfeil í Mósebókunum tykist sera ósannlíkur og gevur nógv fleiri truplleikar enn svar.

Nøkur meira sannlík boð

Okkara vitan um filistarar er avmarkað. Tí er ógjørligt at svara til fulnar, hvør munur var á filistarum í Mósebókunum í mun til teir í Dómara- og Sámuelsbókunum. Men hóast hetta so er als ikki óhugsandi, at 1. Mósebók sigur frá søguligum veruleikum. Tað finnast nevniliga góð boð í hesum sambandi. Styrkin við teimum er, at tey ikki skapa ónatúrligar truplleikar og eru sum heild meiri sannlík enn tey, ið kritikkarar hava at bjóða. Her skulu bert fá nevnast:

1. Tillaging av tekstinum
Í fyrsta lagi kann talan vera um eina broyting, sum er komin í tekstin seinni. Onkur, sum hevur avskrivað tekstin øldir aftaná upprunahandritini vórðu skrivaði, kann hava broytt navnið til “filistarar”. Hetta tí, at eingin hevur longur kent navnið á tí fólkaslagi, sum upprunateksturin hevur nevnt í samband við Ábraham og Ísak. Tí kann ein avskrivari í t.d. ár 800 f.Kr. hava valt at broyta navnið til “filistarar” (við øðrum orðum: “teir búðu har, sum filistarar búgva í dag”).

2. Sama fólk, men frá ymiskum fólkaflytingum 
Í øðrum lagi vita egyptiskar keldur at siga frá eini innrás av fólkabólkum umleið ár 1200 f.Kr. Teirra millum eru filistarar nevndir, sum komu av Kaftor (t.e. Kreta). Tí kann væl hugsast, at ein minni og eldri fólkaflyting av Kreta til Miðeysturs er farin fram áðrenn ta stóru í 1200 f.Kr.

Bardagin millum egyptar og havfólkið – filistar.

Navnið “filistar” í 1. Mósebók kann sostatt fevna breiðari enn bert um yngri filistarnar, sum vit kenna frá Dómara- og Sámuelsbókunum. Sjálvt um teir komu úr sama stað, so vóru hesir umleið 900 ára eldri filistarnir øðrvísi enn teir yngru frá 1200 f.Kr. M.a. halda teir eldru til kring Gerar undir einum kongi (heb. Melek), meðan teir yngru hildu til á slættlendinum í fimm býum (Gat, Gasa, Askalon, Asdod og Ekron), ið vóru stjórnaðir av høvdingum (heb. seranim). Tí er væl hugsandi, at ísraelar eisini hava kallað eldri bólkar av innflytarum frá Kreta fyri “filistarar”. “Filistarar” er sostatt bíbilska navnið fyri egeiska fólkið úr Kreta, sum gjøgnum fleiri tíðarskeið flutti m.a. til Miðeysturs í samband við handil.

Bíblian kallar eisini fólkið úr Kreta fyri Kaftoritar. Hon sigur m.a. frá, at “Á sama hátt gekst við Avitum, sum búðu í bygdunum líka til Gaza; teir róku Kaftorar burt, teir, sum komu úr Kaftor, og búsettust síðani í landi teirra” (5 Mós 2,23). Sambært GT yvirtók fólkið úr Kreta økini við strendurnar í syðra parti av Kána’an, væl áðrenn Móses livdi. Hetta er júst sama øki, sum Ábraham og Ísak hittu “filistarakongin Abimelek í Gerar” (1 Mós 20,1f.;26,1f.).

3. Sambandið millum Miðeystur og griksku oyggjarnar
Fornu íbúgvarnir í Kreta kallaðust minoanittar. Tað, sum fornfrøðingar hava funnið, bendir eisini á, at hetta fólkið í árunum 2000-1500 f.Kr. fekst við handil í øllum londunum í eystara parti av Miðalhavinum – m.a. í Kána’an og Egyptalandi. Úrslit frá útgrevstum vísa eisini greitt, at samband hevur verið ímillum Miðeystur og griksku oyggjarnar munandi longur aftur enn í 12. øld f.Kr.

Í eitt nú Gerar (Tel Haror) hava fornfrøðingar funnið millum annað eina minoiska tekning, sum er tíðarfest til umleið ár 1600 f.Kr. Kanningar vísa, at myndin stavar frá Kreta. Eisini eru fleiri innfluttar leirvørur komnar undan kavi við eyðkennum frá Kreta. Í Askalon er partur av einum litprýddum minoiskum koppi funnin tíðarfestur til 1800 f.Kr.

Í havnarbýnum Tel Nami, góðar 10 km sunnanfyri Haifa, vóru funnar fýra goymslukrukkur við fræ av slagnum Lathyrus clymenum tíðarfest til 2000-1750 f.Kr. Fræini hoyra ikki heima í Miðeystri men í oyggjalondunum í egeiska havinum og longur vestri. Tey eru sostatt innflutt. Staðfest er eisini, at hesi fræ líkjast mest teimum úr Kreta.

Leirkrukkur í Tel Nami við fræum í funnar í 1987.

Granskarar vísa á, at sambandið ímillum oyggjalondini í egeiska havinum fyri vestan (m.a. Kreta) og londini fyri eystan í Miðalhavinum (m.a. Miðeystur) er elli gamalt. Fornfrøðin kann staðfesta hetta samband heilt aftur til ár 3000 f.Kr. Hetta samband vaks gjøgnum handil frá 1900-1700 f.Kr. Kretingar hava sostatt verið eitt fólk, sum seinni gjørdist filistar; innflytarar úr sama stað og øki. Og eftir ísraelskari fatan skuldu teir tí hava sama navn sum teir yngru: nevniliga filistarar.

Filistiskar leirvørur

Aðrar ábendingar stuðla eisini undir hesum. Filistiskir pottamakarar tykjast hava havt nágreiniligt innlit í teimum ymisku listaligu rákunum úr grikska heiminum.

Ein mykensk skál frá Kypros. Tað eru týðilig felagseyðkenni í mun til filistara leirvørurnar í myndini omanfyri

Ein annar spurningur í hesum høpi er, um navnið hjá filistara konginum “Abimelek” kann vera ein trupulleiki, tí tað er eitt semittiskt navn og ikki filistara navn. Men hetta er lítil trupulleiki. Navnið Abimelek kann vera navnið, sum ísraelar hava tillagað og umskrivað til hebraiskt. Annar møguleiki er, at filistarar vóru kendir fyri at taka nøvn til sín úr øðrum mentanum.

Niðurstøða

Við hesum møguleikum í huga, so er tað í øllum førum ikki longur nøkur væl grundað og saklig orsøk at halda uppá, at filistar í Mósebókunum eru ein tíðarvilla, ella at Mósebøkurnar eru søguleysar og íspunnar í 8.-6. øld f.Kr. Pástandurin gevur nógv meira trupulleikar enn svar. Frásagnirnar um filistarar á døgum Ábrahams og Ísaks tykjast tvørturímóti at vera søgufastar og geva eina sjáldsama og álítandi lýsing av søguni í Kána’an umleið ár 2000 f.Kr., har aðrar keldur eru tigandi.

_________________________________

Skrivað: Kristian Hansen, cand.theol. (10. juli 2018)

Keldur: Bierling, Neal. Giving Goliath His Due: New Archaeological Light on the Philistines. Baker Pub Group; 1St Edition (April 1, 1992).

Bradshaw, Robert I. “Archaeology & the Patriarchs”, Biblical Studies, 1992.

Hamilton, Victor. The Book of Genesis: 18-50. Eerdmans; 1st edition 1995.

Hindson, Edward E. The Philistines and the Old Testament. Baker Pub Group 1972.

Kislev, M.E. et al. “Import of an Aegean Food Plant to a Middle Bronze IIA Coastal Site in Israel,” grein í Levant XXV 1993, pp. 145-154.

Kitchen, K.A. “The Philistines,” D.J. Wiseman, ed.Peoples Of Old Testament Times. (Oxford: Clarendon Press, 1973).

Millard, Alan R. “Methods of Studying the Patriarchal Narratives as Ancient Texts.” A.R. Millard & D.J. Wiseman, eds., Essays on the Patriarchal Narratives. Leicester: IVP, 1980.

Provan, Iain W., V. Philips Long, Tremper Longman III. A Biblical History of Israel, Louisville: Westminster John Knox Press 2003.

Wood, Bryant G. “The Genesis Philistines”, Assosiates for Biblical Research, March 2006.

Sarna, Nahum, The JPS Torah Commentary: Genesis, Jewish Publication Society; 1st edition (August 1, 2001).

Myndir í raðfylgju: “Filistiskur hermaður,” framhøgd mynd tíðarfest til Ramses III uml. ár 1200 f.Kr. “Bardagin millum egyptar og havfólkið – filistar,” mynd frá Medinet Habu (Israel Antiquety Authority ©). “Leirkrukkur við fræum í,” funnar í Tel Nami í 1987. Fotografur: M. Artzy. “Filistiskar leirvørur,” mynd: Israel Antiquety Authority ©. “Mykensk skál frá Kypros,” mynd: Israel Antiquety Authority ©.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *