Gamla Testamenti – skidt eller kamel?

Seinastu hálvu øldina hava kamelar verið brúktir sum eitt av høvuðsprógvunum fyri, at søgurnar um Ábraham, Ísak, Jákup og Jósef ikki eru eftirfarandi – at teir helst ongantíð hava livað.

Í søgunum um Ábraham ‘og teir’ verða kamelar nevndir fleiri ferðir. Men sambært fleiri granskarum vóru kamelar ikki tamdir fyrr enn umleið ár 1000 f.Kr. eini 1000 ár eftir patriarkarnar. Og tað var væl eftir hetta, at kamelurin var vanligur sum flutningsdjór í Miðeystri. Altso ein greið ábending um eina tíðarvillu. At søgurnar um patriarkarnar eru skaptar av jødum millum ár 1000-600 f.Kr.

Kamelarnir vóru ikki tamdir fyrr enn umleið túsund ár eftir patriarkarnar, og tað var ikki fyrr enn nakað væl eftir ár 1000 f.Kr., at tað gjørdist vanligt at nýta teir sum flutningsdjór í Miðeystri.

(H.A. Sølvará, Guds orð ella orð um Gud)

At svølgja kamelar við Albright

Tað var fornfrøðingurin W.F. Albright, sum fyrst í 1950-inum gjørdi vart við hetta. Hann bygdi pástandin á, at ongar beinagrindir ella leivdir av kamelum vóru funnar frá hesum tíðarskeiði. Tað var heldur ongastaðni sipað til kamelar sum húsdjór í nøkrum skriftum ella myndum. Út frá hesi fornfrøðisligu tøgn kom Albright til sína niðurstøðu. Men við hesum vildi Albright kortini ikki siga, at Ábraham ongantíð hevði livað. 

Síðan hetta hava bíbliukritikarar brúkt hesa niðurstøðu sum eitt av høvuðsprógvunum fyri, at Mósebøkurnar eru óálítandi. At persónarnir í frásøgnunum helst ongantíð hava livað. At søgurnar helst eru skaptar millum ár 1000-600 f.Kr. Og av tí at høvundarnir ikki hava kent viðurskiftini í ár 2000 f.Kr. nóg væl, so eru teir tomu kamelarnir av misgávum komnir við í søgurnar.Hóast nógvir týðandi upplýsingar eru komnir fram bæði áðrenn og aftaná niðurstøðuna hjá Albright, so velja fleiri eins og Albright at leypa hesar upplýsingar um og tvíhalda heldur um niðurstøðuna hjá Albright.

Mongd av prógvum

Seinni árini hava fornfrøðingar givið beinagrindum og øðrum lívrunnum leivdum størri ans enn tá Albright gjørdi sínar niðurstøður. Tí eru eisini fleiri granskarar í dag, sum tíðarfesta kamelin sum flutningsdjór heilt aftur til 4. ártúsund f.Kr. Harumframt eru eisini beinleiðis fornlutir komnir undan kavi, sum gera tað sannlíkt, at kamelar hava verið tamir, tá ið Ábraham livdi.

Myndir

(1) Í Sinai hálvoynni finnast hellumyndir av tomum kamelum ristar í slættan hellubotn tíðarfestar til 16. árhundrað f.Kr. – 600 ár frammanundan tí, sum fleiri granskarar tvíhalda um.

(2) Í Sýria er innsiglisprent funnið tíðarfest til 1850 f.Kr. Á hesum síggjast tveir menn á kamelbaki. Hetta varð fyrstu ferð almannakunngjørt í 1939 av C.H. Gordon – tólv ár frammanundan niðurstøðuna hjá Albright. Men tað varð ikki lurtað eftir hesum upplýsingunum. Í 1977 varð endaliga staðfest, at djórið veruliga var ein kamelur.

Við hesum hava vit eitt dømi úr Sýria, at kamelurin hevur verið brúktur sum flutningsdjór í 19. øld f.Kr. og eru vit knøpp 900 ár frammanundan tí, sum fleiri granskarar framvegis tvíhalda um.

(3) Eisini er funnin lítil standmynd eystanfyri Kaspiska havinum yvir ímóti Afganistan av tí baktriska kamelinum úr miðásien við reimum (ella týggj, sum reiðfólk rópa tað) tíðarfestur heilt aftur til millum ár 3000-2000 f.Kr. Júst sama øki, sum kamelurin var tamdur av fyrstum. Nú eru vit 1500-1600 ár frammanundan tí, sum kritikarar tvíhalda um.

(4) Í Altyn-depe í Turkmenistan eru funnar smáar standmyndir, ið avmynda vagnar við hjólum, við kamelum spentum fyri tíðarfestir heilt aftur til ár 3000-2600 f.Kr. Nú eru vit 1600-2000 ár frammanundan tí, sum kritikarar halda fast um. 600-1000 ár frammanundan Ábraham livdi.

Tekstir

Eisini finst ein røð av tekstum úr Mesopotamien: (1) Kamelur verður nevndur í sumeriskari leksikon yvir tom djór frá Ugarit tíðarfest til 1950-1600 f.Kr.

(2) Matuppskrift funnin eisini í olbabyloniskum teksti frá sama øki og tíðarskeiði, har kamelmjólk er partur av uppskriftini.

(3) Skamtanarlisti funnin í Alalakh tíðarfest til 2. ártúsund f.Kr. Listin nevnir millum annað fóður til kamelar.(4) Í Egyptalandi eru eisini fleiri innristar myndir við teksti funnar, tíðarfestar til umleið ár 2200 f.Kr.

Við hesum tekstum eru vit sostatt í sama tíðarskeiði, sum patriarkarnir livdu og 200-300 ár longur aftur. Og fleiri onnur dømi kundi eisini verið nevnd.

Niðurstøða

Gamaní var kamelurin í langa tíð eitt lítilsmett kríatúr flestu staðir í forna Miðeystri (eisini í Egyptalandi), men hann var kortini ikki fullkomiliga ókendur ella anakronistiskur áðrenn ella í tíðarskeiðinum 2000-1100 f.Kr. 

Tey, ið tvíhalda um niðurstøðuna hjá Albright, noyðast tí at svølgja nógvar kamelar saman við Albright. Tey noyðast at leypa um eina ørgrynnu av próvtilfari, sum talar beint ímóti teirra pástandi. At fólk áhaldandi nokta veruliga at taka allar upplýsingar til eftirtektar ― eldri sum yngri ― er ein álvarslig reingjan av próvtilfarinum og undirstrikar veikleikan í teirra niðurstøðu.

Próvtilfarið er rúgvusmikið og spjatt víða um. Próvtilfarið umfatar m.a. smáar standmyndir, myndir ristar í hellur og aðrar staðir, innsigli, tekstir o.a. Nakað er nýliga funnið, meðan nakað av próvtilfarinum hava vit kent í meira enn eina øld. Við hesum mugu vit tí staðfesta, at grundarlagið undir niðurstøðuni hjá Albright er fallið.Spurningurin um, hví fólk eru so fús at svølgja kamelarnar hjá Albright og hansara fylgi fara vit at lata liggja til eina aðru ferð. Hvussu leingi vit fara at síggja fólk svølgja hesar kamelar, hevur møguliga týski fysikarin Max Planck eitt boð uppá, tá ið hann sigur: 

“Ein nýggjur vísindaligur sannleiki sigrar ikki við at sannføra mótstøðufólkini og noyða tey at síggja ljósið, men heldur við at mótstøðufólkini, sum frá líður, doyggja…”

Bíbliukritikarar føra ofta fram, at tey kristnu vísa øllum próvtilfari frá sær, sum kann ávirka trúvirðið í teirra trúgv. Í samband við kamelarnar í Gamla Testamenti tykist tað øvuta at vera galdandi.

_________________________________

Skrivað: Kristian Hansen, cand.theol. (19. mai 2018)

Myndir í raðfylgju: “Hellumynd” frá 16-hundrað f.Kr.: Younker 1997. “Sýriskt innsigli” frá 1850 f.Kr.: Walters Art Museum 1939. “Baktriskur kamelur úr kopari” frá ár 3000-2600 f.Kr.: Metropolitan Museum of Art, New York (T.M. Kennedy). “Innrist mynd av tomum kameli” frá 2300-2200 f.Kr.: Ripinski 1985.

2 betragtning angående “Gamla Testamenti – skidt eller kamel?”

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *