Bøn í líðing

Faðir miskunnar og Gud alrar troystar!

Hygg við samkenslu til øll tey, sum líða í hesi løtu vegna krígnum. Verj tey verjuleysu. Grøð tey særdu. Hjálp teimum heimleysu og svongu.

Broyt hjarta fíggindans. Fyrigev øllum pørtum fyri teirra part í syndini, sum hevur ført til hesa trongd og neyð fyri so mong menniskju.

Opna tú ein veg til semju. Leið tú okkum øll inn á friðargøtur.

Við Jesusi Kristi, harra okkara!

Amen.

Mynd: Bøn uttan íhald, Nicolaes Maes (1656) Rijksmuseum, Amsterdam.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *