Handilsleiðir í skeivari tíð?

Í søguni um Jósef og brøður hansara verður millum annað eitt fylgi av Ísmaelitum umtalað, sum kom úr Gilead. Fylgið hevði kamelar, ið bóru ‘kryddurtir, balsam og ladanum’ (1 Mós 37,25). Fleiri vilja vera við, at her má vera talan um eina tíðarvillu.

Bíbliukritikarar vísa á, at kamelafylgið við hesum handilsvørum avdúkar, at høvundin hervið kennir best umtóktu vørurnar frá arábiska samhandlinum. Trupulleikin er, at hesin samhandil blómaði ikki, fyrr enn assýrar ráddu fyri borgum í 8. og 7. øld f.Kr.

“[Tað er] avdúkandi, at í søguni um Jósef nevnir 1. Mósebók kamelafylgi við “roykilsi, kryddurtir og myrru” (37,25), sum fornfrøðin og assýriskar keldur hava staðfest vóru týðandi handilsvørur á gevandi arabiskum handilsleiðum í assýriskari tíð, t.e. í 8. og 7. øld f.Kr. Hetta eru greiðar ábendingar um, at søguliga trúvirðið í teimum elstu tekstunum í GT kann vera rættiliga ivasamt.”

H.A. Sølvará 2007:26.

Sostatt gevur teksturin í fyrstu Mósebók seg út fyri at vera frá umleið 1900-1700 f.Kr. Men í veruleikanum eru søgurnar um ættarfedrarnar skaptar, bornar á mannamunni og at enda niðurskrivaðar í 700-talinum f.Kr. Av tí at tey ikki hava kent søguligu viðurskiftini í 1900-1700 f.Kr. nóg væl, so er handilssambandið við Arábia av misgávum komið inn í søguna um Jósef og brøður hansara.

Eitt sindur um plantufrøði

‘Kryddurtir, balsam og ladanum’ eru sjáldsom orð í Bíbliuni. ‘Kryddurtir‘ og ‘ladanum‘ eru nevnd bert tvær ferðir í Gamla Testamenti. ‘Balsam‘ er nevnt sjey ferðir. Tí er óvist, hvørjar vørur teksturin í roynd og veru sipar til.

Kryddurtir: (heb. nekhoth) ella tragakant-gummi fekst við at gera ein skurð í Astragelus-runnin. Angandi sevjan, sum rann út, varð síðan turkað. Tragakant-gummi hevur frá fornari tíð verið brúkt í heilivág, til roykilsi, í samband handverk og til framleiðslu av søtmeti og annað. Hesin runnur veksur framvegis í Sýria.

Astragelus-runnurin veksur framvegis í Sýria

Balsam: (heb. tzeri ella tzori) er eitt grá-brúnt gummi, sum kanska varð vunnið úr trænum Liquidambar orientalis, við at gera ein skurð í bulin. Træið veksur vilt í norður Sýria og hevur møguliga eisini voksið í Ísrael. Vælangandi sevjan úr trænum kallaðist storax liquidis. Hon var virðismikil og varð nýtt m.a. til heilivágsframleiðslu.

Liquidambar orientalis veksur vilt í norður Sýria

Ladanum: (heb. lot) eitt vælangandi harpikskent evni, ið fæst av nøkrum sløgum av Cistusrósum, sum vaksa millum annað í Ísrael. Harpiksið varð skavað av bløðunum. Tað var nýtt sum hostamedisin, luktilsi, roykilsi o.a.

Cistusrósur vaksa framvegis í Ísrael

Gordon Wenham tekur samanum, at allar hesar nevndu vørur tykjast at hava vaksið í Giliad. Harumframt tá Jákup seinni sendi gávu úr Kána’an til sonin Jósef í Egyptalandi, áðrenn hann visti, hvør Jósef í veruleikanum var, so var partur av hesi gávu júst somu vørur: ‘kryddurtir, balsam og landanum’ (1 Mós 43,10).

Niðurstøða

Í fyrsta lagi er greitt út frá plantufrøðini í dag, at hjá ættarfedrunum var ikki neyðugt við handilssambandi við Arábia fyri at fáa fatur á ‘kryddurtum, balsam og ladanum.’ Hesar vørur vuksu í Kána’an og vóru tí tøkar í miðeystursøkinum. Hervið er grundarlagið undir pástandinum um tíðarvillu í samband við handilsleiðir í fyrstu Mósebók fallið burtur.

Í øðrum lagi noyðast vit at viðurkenna óvissuna, sum granskarar í dag gera vart við í samband við vørurnar, sum GT nevnir: Vit vita snøkt sagt ikki við nóg stórari vissu, hvat orðini ‘kryddurtir, balsam og ladanum” sipa til. Og tá ið óvissa valdar um, hvørjar vørur talan í roynd og veru er um, hvussu kann tað so grundgevast fyri, at hetta er ein tíðarfeilur?

_____________________________________________________________

Skrivað: Kristian Hansen, cand.theol. (23. mai 2018)

Keldur: K.T. Andersen (1982). “Ladanum”, Gads Danske Bibel Leksikon, vol. 2 (2. opl.), København: Gads Forlag.

Svend Biørn (1982). “Tragakantgummi”, Gads Danske Bibel Leksikon, vol. 3 (2. opl.), København: Gads Forlag.

Jehuda Feliks (2007). “Storax”, Encyclopaedia Judaica, 19 (2nd ed.), Jerusalem: Thomson Gale, Keter Publishing House Ltd.

Israel Finkelstein (2002). The Bible Unearthed, New York: Free Press.

Nahum Sarna (2001). JPS Torah Commentary: Genesis, Philadelphia: The Jewish Publication Society (1st edition).

H. A. Sølvará (2007). Guds orð ella orð um Gud: Tekstur & søga í Bíbliuni, Tórshavn: Fróðskapur.

T. L. Thompson (1974). The Historicity of the Patriarchal Narratives, Berlin/New York: W. de Gruyter.

Gordon Wenham (1994). Genesis 16-50, Waco Texas: Thomas Nelson.

Michael Zohary (1983). Plants of the Bible, Cambridge: Cambridge University Press.

Myndir í raðfylgju: “Astragalus Membranaceus.” “Liquidambar orientalis.” “Cistus monspeliensis”.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *