Bøn um frið

Gud, tú, sum ert faðir at øllum, og sum við Kristi hevur gjørt øll til eitt!

Hoyr í náði tíni bøn okkara og tak burtur alla krígshóttan. Leið tú tey, sum stýra, við ráði tínum. Harta tú harðræði hjá øllum tjóðum, so at blóðig illstøða má steðga og friðurin verða varðveittur.

Hell út anda tín yvir tjóðirnar, gev teimum nýtt hjarta og góðan brøðraskap sínámillum og leið tær saman í hollan felagsskap.

Lat ta stund koma, tá ið øll tey, sum fremja fíggindskap móti tær og skapningi tínum, eru løgd sum fótaskammul fyri føtur tínar.

Við Jesusi Kristi, harra okkara!

Amen.

Bøn í Sálmabók Føroya kirkju

Mynd: Meditatión, Rembrandt van Rijn (1632).

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *