Navnleys evangelii

”Eingin veit, hvør ið hevur skrivað evangeliini. Tí er skilaleyst at leggja lív og dagligdag eftir hesum elligomlu og tilvildarligu skriftum!”

Hendan útsøgn er ikki óvanlig at hoyra. Hon byggir á pástandin um, at 1) eingin høvundi verður nevndur inni í evangeliitekstunum, og at 2) nøvnini á evangelistunum eru knýtt at tekstunum fleiri øldir seinni. Tí eiga kristin sjálvsagt at sleppa treytaleysa álitinum á bíbilsku skriftirnar.

Høvundarnir ónevndir

Men enski granskarin Simon Gathercole vísir á, at í veruleikanum er hesin pástandur misvísandi. Gamaní nevna høvundarnir at brøvunum í NT seg sjálvar við navni. Men evangeliini eru ikki brøv. Tey skulu heldur skiljast sum fornar ævisøgur og søguskriving. Og tá á døgum var eingin fastur leistur til slíkar tekstir, sum segði, at høvundin skuldi nevngeva seg.

Av tveimum av sínum kendastu tekstum í 1. øld navngevur søguskrivarin Josefus seg bara í tí eina tekstinum – ikki í hinum. Men í báðum førum er væl kent, at hann er høvundin.

Onnur líknandi dømi eru høvundar sum Xenofon (430–355 f.Kr.), Polybius (203–120 f.Kr), Livius (59 f.Kr.–17 e.Kr.) og Tacitus (56–120 e.Kr.) Kundu hesir vera víðagitnir høvundar uttan at nevna seg sjálvar, so má sama vera galdandi fyri evangelistarnar.

Gathercole nevnir eisini, at tátíðar høvundar høvdu aðrar mátar at geva seg til kennar uppá. Eitt nú ferðaðust bøkur vanliga við fólki, og tí var lætt at staðfesta munnliga, hvør høvundin var. Eisini vóru navnseðlar vanliga heftir á kantin á skriftrullunum.

Taka vit síðan evangeliið eftir Lukas, so er tað ognað Teofilusi. Við hesum er ógviliga sannlíkt, at upprunalesarin kendi høvundan. Í evangeliinum eftir Jóhannes skrivar hann sum ”eg” og seinni sum ”vit” í tekstinum, og gongur hann við hesum greitt út frá, at lesararnir, sum hann skrivar til, kendu hann.

Nøvnini langt aftaná

Til hin pástandin um, at nøvnini á høvundunum eru givin langt aftaná, at tekstirnir eru skrivaðir, so undirstrikar Gathercole, at vit hava keldur heilt frá elstu kirkjuni, sum navngeva evangelistarnar: Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes. Tað finnast snøkt sagt ongar gamlar keldur, har onur verða nevnd sum høvundar til tey fýra evangeliini. Hetta er eitt avgerandi prógv, sum talar fyri seg.

Niðurstøða

Pástandurin um, at høvundarnir vóru ónevndir, og at nøvnini komu langt aftaná tykist vera høpisleysur og tikin úr leysari luft. Keldurnar vísa júst tað øvuta. Líka so langt aftur, sum vit hava handrit, so eru nøvnini eisini við. Antin á teksthøvdinum – kanska ikki á hvørjari síðu, men við jøvnum millumrúmi. Ella í byrjanini ella endanum ella bæði.

At navnið á høvundunum ikki er inni í sjálvum tekstunum, sigur ikki so øgiliga nógv. Tað munnu eisini vera nógvar bøkur í dag, har navnið á høvundanum ikki kemur fyri inni í sjálvum tekstinum, men bara á permu og forsíðuni. Keldurnar vit hava, eru ógvuliga gamlar. Vitnisburðirnir um teir fýra høvundarnar eru betri, enn vit hava til flestu av teimum klassisku verkunum, har vit ikki sáa iva um trúvirðið.

Skrivað: Kristian Hansen (3. mars. 2022)

Kelda: Simon Gathercole, “The Alleged Anonymity of the Canonical Gospels“, Journal of Theological Studies, 1 Oct 2018. Peter J. Williams, Can We Trust the Gospels? Crossway 2018.

Mynd: The Ryland Library Papyrus P52 (Jóh 18,31-33 og 18,37-38) tíðarfest til umleið ár 100-150, í Manchester.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *