Rasisma og tey kristnu

Hví gleðist kirkjan og samkoman ikki meira um sína longu søgu við kristnum, sum halgaðu teirra lív ímóti trældómi og rasismu?

Ein grein í The Spectator fyrr í ár setur nakað soleiðis henda rannsakandi spurning. Við hesum sipar hon m.a. til “stórt skýggj av vitnum” gjøgnum kirkjusøguna. Vitni, sum umboðaðu ektaðan bíbilskan kristindóm. Kristindóm, sum trýr, at øll menniskju av øllum ættum, tungumálum, fólkum og fólkasløgum eru skapt í mynd Guds og tískil hava sama virði. Eru eisini umfataði av hansara frelsuætlan í soni hansara og hava tessvegna ómetaligt virði.

Greinskrivarin, anglikanski biskupurin Michael Nazir-Ali, nevnir fleiri dømi úr kirkjusøguni:

-Enska kvinnan St. Bathilda (ár 626-80), fyrrverandi trælur gift við Clovis II. av Frankaríki. Hon bardist ímóti trælahandli og fyri at leysgeva trælir í 600-talinum.

-Karlamagnus (ár 742-814) var ímóti trælahaldi, og í miðaldarkirkjuni varð trælahald lýst at vera ímóti guddómligu lógini.

-Í kirkjufundinum í Westminister ár 1102 bannaði erkabiskuppurin St. Anselm av Canterbury (ár 1093-1109) trælahaldi við lóg.

-Dominikanski biskuppurin í Chipas í Meksiko, Bartholomeus de Las Casas (ár 1484-1566), bardist fyri frælsi og tign teirra innføddu í landinum. Hann strýddi ímóti conquistadorunum og kveikti við hesum í bardagan fyri mannarættindum, sum síðan hevur livað í vesturheiminum heilt fram til okkara tíð.

-Frá nýggjari søgu kunnu nevnast persónar sum William Wilberforce (ár 1759-1833) og onnur í kristnu kirkjuni, sum vígdu lív sítt til at gera enda á rasismu. Tey arbeiddu millum annað fyri at bjarga fangum úr trælaskipum hjá kongliga flotanum og at fáa trælahaldið avtikið. Hetta eydnaðist at enda í 1807, tá bretska parlamentið avtók trælahaldið við lóg.

Ofta verða myrku síðurnar í søguni leitaðar fram heldur enn tær ljósu og sagt verður, at nógvur ræðuleiki er framdur í kristindómsins navni. Men eitt er kristindómur bara av navni. Ektaður kristindómur er nakað heilt annað. Hvør kennir ikki munin? 

Vitnini gjøgnum søguna, sum settu upprisna træsmiðin í miðdepilin í teirra lívi, royndust at vera salt jarðarinnar og ljós heimsins – ektaður kristindómur. Og sum greinskrivarin tekur til:

“Kristindómurin eigur ein glasiligan arv: Hví ikki hava hesi stórmenni sum fyrimyndir fyri okkum í dag? Hví ikki steðga við at søkja myrkrið og ístaðin hyggja eftir ljósinum?”

______________________________________________

Skrivað: Kristian Hansen

Kelda: Michael Nazir-Ali, The Spectator 1 May 2021

Mynd: Glasmosaik av St. Bathildu (626-80)

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *