Øll ávirkast av tí umhvørvi, har vit liva og arbeiða. Á arbeiðsplássinum læra vit at hugsa fakliga, fylgja mannagongdum og reglum. Í samfelagnum møta vit hugsanum, virðum og áskoðanum, sum so við og við kunnu gerast okkara egnu.
Hetta er ikki í sjálvum sær altíð negativt. Men sum kristin mugu vit vera vakin. Tí tað er ikki alt, ið er vanligt í okkara samfelag, sum samsvarar við Guds ætlan og vilja.
Ein kvinna skal vera mamma og vendir sær spent til heilsuverkið. Fyrsti spurningur hon fær:
»Ynskir tú at hava barnið?«
Spurningurin er vorðin partur av fastari mannagongd, og starvsfólkið, ið spyr, fylgir kanska bara boðum omanífrá. Men spurningurin er ikki neutralur. Hann avspeglar ávísa fatan av mannalívinum og teimum valum, sum eru blivin vanlig.
Hetta fær okkum at hugsa: Hvørji virðir og menniskjafatan mynda okkara hugsan og arbeiði? Og eru vit sjálvi tilvitaði um, hvat ið myndar okkum? Eru virðini á okkara arbeiðsplássi broytt so líðandi, at vit ikki longur leggja merki til, um tey eru farin at víkja frá kristnum virðum?
Paulus ávarar okkum um ikki at lata okkum mynda av hesum heimi, men at lata Anda Guds broyta okkara tankar og vanar við orði Hansara (Róm 12,2). Vit skulu læra at hugsa við Guds tankum. Tað merkir, at tað ikki eru tankarnir og virðini í samfelagnum, ið skulu mynda okkara fatan av Gudi og menniskjanum. Tað er orð Guds, ið skal mynda okkara hugsan og læra okkum at døma um alt, sum vit møta í lívinum.
Lukas sigur í sínum evangelium frá áhugaverdari hending við Jesusi. Hann er gestur hjá farisearanum, Símuni, tá ið ein kvinna, kend í býnum sum syndafull, kemur inn. Símun sær hana, men við hvørjum brillum? Við fariseiskum brillum. Men Jesus vísir honum, at hann við sínum hugsunarhátti ikki sá næstan, sum stóð beint framman fyri honum.
Jesus spyr Símun:
»Sært tú hesa kvinnu?« (Lk 7,44)
Hesin spurningur rakar eisini okkum. Vit síggja menniskjað við okkara egnu eygum, men við hvørjum brillum síggja vit? Brillunum hjá arbeiðsplássinum? Hjá starvsfeløgunum? Hjá samfelagnum? Ella hava vit lært at síggja menniskjað við Jesu eygum?
Paulus sigur: »Sama sinnalag veri í tykkum, sum var í Kristi Jesusi« (Fil 2,5). Og hann minnir okkum á, at vit eru sendiboð Kristusar (2 Kor 5,20). Vit umboða Hann. Tí eiga Hansara tankar, virðir, kærleiki og umsorgan eisini at síggjast aftur í, hvussu vit møta okkara næsta.
Hetta snýr seg ikki bara um stórar avgerðir ella álvarsamar moralskar spurningar. Tað snýr seg eisini um gerandisdagin: Um at lurta, áðrenn vit svara. Um at tora at seta spurningar við eina mannagongd; um ikki at tiga, bara tí øll onnur tiga; og um at síggja menniskjað, áðrenn vit síggja spurningin, sum skal viðgerast.
Vit kunnu vera loyal móti okkara starvsplássi, stovni, skipan, fylgja reglunum og gera okkara arbeiði fakliga væl — og kortini missa menniskjað úr eygsjón, sum stendur beint frammanfyri okkum.
Tí mugu vit áhaldandi lata orð Guds endurnýggja okkara hugsan og spyrja okkum sjálvi:
Síggi eg veruliga mín næsta?
Skrivað: Kristian Hansen (24. novembur 2026)