Prinsessan og goblarnir

3. PRINSESSAN OG — VIT FÁA AT VITA HVØR

Tá hon kom heilt upp, var hon stødd í einum lítlum fýrkantaðum rúmi við trimum hurðum. Tvær yvir av hvør aðrari og ein beint fram. Hon stóð eina løtu uttan ein tanka í hennara lítla høvdi. Hon visti ikki, hvat hon nú skuldi gera. Sum hon stóð har, hoyrdi hon eitt forvitnisligt surrandi ljóð. Mundi tað vera regnið? Nei. Tað var nógv mildari og meir einsljóðandi enn regnið, sum hon nú nóg illa hoyrdi. Tað blíða, surrandi ljóðið helt á, steðgaði við hvørt eina lítla løtu og helt so á aftur. Tað minti mest um hurrið frá eini ovurfegnari býflugu, sum hevur funnið nógvan hunang í onkrari kúluskapaðari blómu. Hvar mundi tað koma frá? Hon legði oyrað fyrst at eini hurð og lurtaði, um tað mundi vera har. Síðan eina aðra. Tá ið hon legði oyrað at triðju hurðini, var eingin ivi, hvar ljóðið kom frá. Tað má vera frá onkrum her inni. Hvat mundi tað vera? Hon var heldur bangin. Men forvitnið vann á óttanum. Hon gloppaði hurðini varliga og kagaði inn. Hvat heldur tú, hon sá? Ein elligomul kona, sum sat og spann.

“O, harra Ritstjóri! Eg kenni søguna, sum tú fert at siga. Tað er Tornarósa. Tú spinnir eisini og gert hana bara longri.”

“Nei vissiliga, tað er ikki tann søgan. Hví skuldi eg sagt eina søgu, sum øll væl lærd børn longu kenna? Tað er ikki bara ein gomul kona, sum hevur sitið og spunnið í einum loftskamari. Harumframt spann konan í tí søguni bara við eini snældu, meðan hendan spann við einum rokki. Hvussu hevði prinsessan annars kunnað hoyrt tað blíða ljóðið gjøgnum hurðina? Kennir tú munin? Hevur tú nakrantíð sæð eina snældu ella ein rokk? Helst ikki. Bið mammu tína greiða tær frá muninum. Millum okkum sagt, so skuldi tað ikki undra meg, um hon ikki visti betri enn tú. Nakað annað er, at hetta er ikki eitt ævintýr, men ein goblasøga. Og eitt afturat. Hendan elligamla konan, sum spann, var ikki ein gomul barnagenta — men — tú fært at vita hvør. Eg haldi, at eg havi gjørt tað púra greitt, at hetta ikki er yndisliga søgan um Tornarósu. Hetta er ein heilt nýggj søga, kann eg vissa teg um. Og eg skal royna at siga tær hana so væl sum eg klári.”

Tú undrast kanska, hvussu prinsessan kundi vita, at gamla konan veruliga var gomul. Tí hon var ikki bara vøkur við slættari og hvítari húð. Eg skal siga tær meira. Hárið var kembað aftur frá pannuni og andlitinum og hekk leyst langt niður á ryggin. Tað er ikki vanligt fyri eina elligamla konu — er tað? Tað var næstan hvítt sum kavi. Og sjálvt um andlitið var so slætt, so sást ein slíkur vísdómur í eygunum, at tú ikki kundi halda annað enn, at hon var gomul. Sjálvt um prinsessan ikki hevði dugað at sagt tær hví, so helt hon hana eisini vera ógvuliga gamla — í minsta lagi hálvtrýss — hugsaði hon við sær sjálvari. Men, sum tú skalt hoyra, var hon munandi eldri enn tað.

Meðan prinsessan stóð ráðaleys og stardi, bara við høvdinum innum hurðina, hugdi gamla konan upp og segði við mildari, men gamlari og heldur skelvandi rødd, sum blandaðist hugnaliga við surrinum frá rokkinum:

“Kom innar góða, kom. Sum eg eri glað at síggja teg.”

Nú hevði tú sæð týðiliga, at prinsessan var ein sonn prinsessa. Tí hon var ikki ein, sum bara varð standandi og ikki vildi sleppa handtakinum á hurðini. Ein sum bara stóð og stardi uttan at røra seg. Soleiðis gera nevniliga onkrar, ið eg havi kent, og sum áttu at verið prinsessur, men vóru bara vanligar gentur. Prinsessan gjørdi, sum hon varð biðin. Hon trein innar við tað sama og lat hurðina aftur eftir sær.

“Kom til mín góða,” segði gamla konan.

Og aftur gjørdi prinsessan, sum hon varð biðin. Hon fór yvir til gomlu konuna — heldur spakuliga, skal eg viðganga, men steðgaði ikki fyrr enn hon stóð undir hennara lið og hugdi upp í hennara andlit við sínum bláu eygum við teimum bránaðu stjørnunum.

“Nei! hvat hevur tú gjørt við eyguni, barnið?” spurdi gamla konan.

“Grátið.”

“Hví, barnið?”

“Tí eg fann ikki niður aftur.”

“Men tú fanst upp.”

“Ikki beinavegin — tað tók langa tíð.”

“Men andlitið er stríput sum á eini sebra. Hevði tú ikki lummaklút at turka tárini við?”

“Nei.”

“Hví komst tú ikki til mín. Eg kundi turka tey fyri teg?”

“Orsaka, men eg visti ikki at tú vart her. Næstu ferð skal eg koma.”

“Gott í teg!” segði gamla konan.

Hon steðgaði rokkinum, reistist og fór út. Kom aftur við einum lítlum silvurfati og einum bleytum hvítum handklæði. Hon vaskaði og turkaði hennara ljósa, lítla andlit. Prinsessan hugsaði, hvussu mjúkar og vakrar hendurnar vóru!

Tá ið hon fór avstað við fatinum og handklæðinum, undraði tað prinsessuna at síggja hennara rætta rygg, og hvussu høg hon var. Tí hóast so gomul, so var hon als ikki boygd framyvir. Hon var í svørtum floyali við tjúkkum hvítum borda. Hárið skygdi eins og silvur á tí svarta kjólanum.

Har var ikki meiri innbúgv enn hjá eini fátækari konu, sum vinnur sær dagligt breyð við at spinna. Einki teppi á gólvinum — einki borð — einki uttan rokkurin og stólurin við síðuna av. Tá ið hon kom aftur, settist hon, og fór stillisliga aftur at spinna. Irena, sum ikki hevði sæð ein rokk fyrr, stóð undir liðini og hugdi. Tá ið gamla konan hevði fingið tráðin uppaftur og var farin at spinna, spurdi hon prinsessuna uttan at hyggja upp á hana:

“Veist tú, hvussu eg eiti, barnið?”

“Nei, eg veit ikki”

“Eg eiti Irena.”

“Tað er mítt navn!” rópti prinsessan.

“Eg veit. Eg lat teg fáa mítt navn. Eg havi ikki títt navn. Tú hevur mítt.”

“Hvussu ber tað til?” spurdi prinsessan ørkymlað. “Eg havi altíð havt mítt navn.”

“Pápi tín, kongurin, spurdi meg, um eg hevði nakað ímóti, at tú fekk navnið. Og

sjálvandi hevði eg einki ímóti tí. Eg lat teg fáa tað við gleði.”

“Tað var ógviliga vinaligt av tær at geva mær títt navn — og so eitt so vakurt.”

“O, ikki so ógvuliga vinarligt!” segði gamla konan. “Tað er soleiðis við einum navni, at vit kunnu geva tað til onnur og hava tað sjálvi samstundis. Eg havi mong slík. Vilt tú ikki vita, hvør eg eri, barnið?”

“Jú, tað vil eg fegin.”

“Eg eri lang-lang-omma tín.”

“Hvat er tað?”

“Eg eri mamma til pápan hjá mammu pápa tínum.”

“O, nei! Hatta skilji eg ikki.”

“Eg haldi so við. Tað hevði eg heldur ikki roknað við. Men fyri tað átti eg ikki at latið vera við at sagt tað.”

“O, nei!” svaraði prinsessan.

“Eg skal greiða tær frá øllum, tá ið tú verður eldri. Men so mikið kanst tú skilja nú. Eg eri komin her fyri at taka mær av tær.”

“Er tað langt síðan, tú komst? Var tað í gjár? Ella í dag, av tí at tað er so vátt, og at eg ikki kann fara út?”

“Eg havi verið her líka síðan tú sjálv komst.”

“Sum tað er long tíð! So langt minnist eg als ikki.”

“Nei. Eg hugsi so við.”

“Men eg havi ongantíð sæð teg fyrr.”

“Nei. Men tú skalt síggja meg aftur.”

“Býrt tú altíð í hesum rúminum?”

“Eg sovi ikki her. Eg sovi hinumegin trappuna. Tað mesta av degnum siti eg her.”

“Tað hevði mær ikki dámt. Mítt barnakamar er nógv penari. Tú manst eisini vera ein drotning, um tú ert stóra lang-omma mín.”

“Ja, eg eri drotning.”

“Hvar er so krúnan hjá tær?”

“Í sovikamarinum.”

“Hana hevði eg kunnað hugsað mær at sæð.”

“Tað sleppur tú einaferð — ikki í dag.”

“Hví man barnagentan ongantíð hava sagt mær hetta.”

“Barnagentan veit ikki. Hon hevur ongantíð sæð meg.”

“Men onkur veit, at tú ert í húsunum?”

“Nei, eingin.”

“Men hvussu fært tú so døgurðan?”

“Eg havi høsn — eitt slag av.”

“Hvar hevur tú tey?”

“Eg skal vísa tær.”

“Og hvør ger tær matin til?”

“Eg drepi ongantíð nakran høsnarunga.”

“So skilji eg ikki.”

“Hvat fekst tú til morgunmat í morgun?”

“O! Eg fekk breyð og mjólk og eitt egg. — Tú etur sjálvandi eggini.”

“Ja, júst so. Eg eti eggini.”

“Er tað tí, tú hevur so hvítt hár?”

“Nei, góða. Tað er høgi aldurin. Eg eri ógvuliga gomul.”

“Tað var tað, eg helt. Ert tú hálvtrýss?”

“Ja — meir enn tað.”

“Ert tú hundrað?”

“Ja — eldri enn tað. Eg eri eldri enn tú klárar at gita. Kom og hygg eftir høsnarungunum.”

Hon steðgaði aftur við rokkinum, reistist, leiddi prinsessuna úr rúminum og opnaði hurðina frammanfyri trappuna. Prinsessan væntaði at síggja ein riðil av hønum og høsnarungum. Men ístaðin sá hon fyrst bláan himmal og síðan húsatekjuna við einum hópi av yndisligum dúgvum. Tær flestu hvítar, men annars í øllum litum. Tær gingu íkring, bukkaðu fyri hvør øðrum og talaðu eitt mál, sum hon ikki skilti. Hon klappaði av gleði. Tá varð ein slík veingjaflagsan, at hon varð heilt ovfarin og kløkk.

“Tú klókkaði mær høsnini,” segði gamla konan smílandi.

“Og tey klókkaðu meg,” segði prinsessan eisini smílandi. “Men ein deiligur høsnagarður! Eru eggini góð?”

“Ja, sera góð.”

“Tín eggjaskeið man vera rættiliga lítil! Hevði tað ikki verið betri at havt hønur og fingið størri egg?”

“Men hvussu skuldi eg fóðra tær?”

“Eg skilji,” segði prinsessan. “Dúvurnar fáa sær sjálvar at eta. Tær hava veingir.”

“Júst so. Høvdu tær ikki flogið, so fekk eg eingi egg frá teimum.”

“Men hvussu fært tú fatur á eggunum? Hvar eru teirra reiður?”

Konan treiv í ein lítlan stropp á húsavegginum við síðuna av hurðini. Ein lúka fór upp, og har vóru nógv dúvubúr. Nøkur við ungum og onnur við eggum. Fuglarnir komu inn á hinari síðuni, og konan tók eggini úr frammanfyri. Hon lat skjótt aftur, so ungarnir ikki skuldi verða bangnir.

“O, sum hatta er væl gjørt!” rópti prinsessan. “Hevði tú vilja givið mær eitt egg at eta? Eg eri rættiliga svong.”

“Eina aðru ferð. Nú mást tú fara aftur, annars fer barnagentan at verða bangin um teg. Hon leitar óivað eftir tær allastaðir.”

“Undantikið her,” svaraði prinsessan. “O, sum hon verður bilsin, tá eg fari at siga henni frá míni oldurommu!”

“Ja, tað verður hon!” segði gamla konan við einum løgnum smíli. “Minst til at siga henni nágreiniliga frá øllum.”

“Tað skal eg. Góða leið meg aftur til hennara?”

“Eg kann ikki fara allan vegin. Men eg skal leiða teg til trappupallin. So mást tú renna heilt skjótt niður í títt egna kamar.”

Lítla prinsessan rætti gomlu konuni hondina. Hon hugdi higar og hagar og leiddi prinsessuna at ovasta trappupallinum og síðan niður til næsta plattin og fór ikki frá henni fyrr hon sá hana hálva leið niðri á tí triðja. Tá ið hon hoyrdi, hvussu glað barnagentan var at finna hana, vendi konan og gekk upp trappuna aftur sera skjótt fyri eina so ógviliga langa ommu. Hon settist aftur við rokkin við einum øðrum løgnum smíli á milda gamla andlitinum. Næstu ferð skal eg siga nærri frá hennara spinning. Gita, hvat hon spann.

Umsett: Kristian Hansen

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *