Gud byggir eitt fólk, sum hoyrir honum til
Templið í Gamla Testamenti var staðið, har Gud hevði valt at búgva ímillum fólk Sítt. Tað var bygt av steinum, og prestarnir gjørdu sína tænastu har. Men longu í Gamla Testamenti síggja vit eina størri ætlan: Gud ynskti sær eitt fólk, sum var heilagt fyri honum og tænti honum. Í Nýggja Testamenti verður henda ætlan opinberað í Kristusi.
Jesus — hitt sanna Templið
Jesus segði: “Brótið niður hetta tempul, og Eg skal reisa tað upp aftur eftir trimum døgum” (Jóh 2,19). Við hesum vísti Hann á, at Hann sjálvur er tað veruliga templið, har vit møta Gudi. Jóhannes greiðir frá, at Jesus talaði um Sítt egna likam, sum skuldi doyggja og rísa upp aftur (2,21-22).
Og tað var júst hetta templið, sum deyðin ikki fekk vald á. Jesus sigraði á deyðanum við at rísa upp frá deyðum. Men hvat hevur hetta so við okkum at gera?
Børn Guds — andaligt tempul
Pætur skrivar, at Gud hevur endurføtt okkum til eina livandi vón við uppreisn Jesu Krists frá deyðum (1 Pæt 1,3). Tá ið hann so lýsir Jesus sum “hin livandi stein,” er tað ikki av tilvild, at hann heldur fram:
“Tá ið tit koma til hansara, hin livandi stein, verða tit sjálvi – sum livandi steinar – bygd upp til eitt andaligt hús“ (1 Pæt 2,4–5).
Pætur lýsir hervið tey trúgvandi sum bæði steinar, ið verða bygdir upp til eitt andaligt hús (t.e. tempul), og sum prestar, ið tæna har.
Legg merki til raðfylgjuna: (1) Gud hevur longu gjørt okkum livandi. (2) So koma vit til Kristus sum livandi steinar. (3) Og nú byggir Hann okkum saman til eitt andaligt hús við Kristusi sum hornasteini. Gud býr við Anda sínum í sínum fólki. Vit eru ikki bara einstaklingar, sum hava eitt persónligt samband við Gud. Vit verða bygd og hoyra saman.
Børn Guds — heilagur prestaskapur
Men Gud byggir okkum ikki bara til eitt hús. Pætur sigur, at vit verða eisini bygd upp til ein heilagan prestaskap, sum ber fram andalig offur, ið eru Gudi tokkalig við Jesusi Kristi (1 Pæt 2,5). Og fá ørindi seinni kallar hann tey trúgvandi eisini fyri “ein kongaligan prestaskap” (1 Pæt 2,9). Vit eru kallað til at kunngera dygdir Hansara. Hetta gera vit ikki bara í orðum, men eisini við lívi okkara, tá ið góðu verk okkara vísa øðrum Hansara kærleika, náði og tol.
Børn Guds — kongaligt fólk
Og vit eru ikki bara prestar, sum tæna Konginum. Vit fáa eisini sjálvi lut í kongadømi hansara. Longu nú hoyra vit honum til. Og í nýggju skapanini skulu vit sum tænarar Guds ráða sum kongar um aldur og ævir (Op 22,3-5).
Her møtast templið, prestaskapurin og kongadømið í Jesusi sum miðdepli. Hann er Templið, Høvuðspresturin og Kongurin. Og hann byggir okkum upp til sítt fólk — eitt fólk, sum Gud býr í, sum tænir honum, og sum einaferð skal ráða saman við honum.Gud frelsir okkum sostatt ikki bara undan dómi. Hann ger okkum livandi, byggir okkum saman í Kristusi longu nú og gevur okkum lut í tí fólki, sum hoyrir honum til — nú og um allar ævir.
Skrivað: Kristian Hansen (3. novembur 2026)