Prinsessan og goblarnir

2. Prinsessan villist

EG HAVI LONGU SAGT, at Irena prinsessa var umleið átta ár, tá ið søgan byrjar. Og soleiðis byrjar hon.

Tað var ein regndag. Tokan fjaldi fjøllini. Hon savnaðist sum regndropar og oysti niður á tekjuna á tí stóra gamla húsinum. Har fullu teir sum rennandi vatnrípur av takskegginum kring húsið. Tí kundi prinsessan sjálvsagt ikki fara út. Nú keddi hon seg. Hon keddi seg so nógv, at sjálvt leikurnar ikki gleddu hana longur. Hevði eg havt tíð at sagt tær frá bara helvtini av leikunum, sum hon átti, so hevði tú undrast. Men tá hevði tú kortini ikki havt leikurnar sjálvar. Og tað ger allan munin. Tú kanst jú ikki troyttast av tingum, áðrenn tú hevur tey.

Tað var ein sjón, tú skuldi sæð. Prinsessan inni í barnakamarinum við himmalloftinum yvir sær, sitandi við einum stórum borði fjalt av leikum. Hevði ein listamálari ætlað at mála sjónina, hevði eg frárátt honum at fara í holt við leikurnar. Eg fari ikki so frægt sum at royna at greiða frá teimum. Og tí haldi eg, at ein listamálari skuldi latið vera við at farið í holt var at mála tær. Tað hevði verið best. Listamálarar kunnu gera mangt og hvat, sum eg ikki kann. Men tær leikurnar haldi eg ikki teir høvdu klárað at mála.Kortini hevði eingin dugað betri at lýst sjálva prinsessuna enn listamálarin – sum hon hallaði sær við rygginum boygdum inn at stólabakinum við niðurboygdum høvdi og hondunum í fanginum, ógviliga ólukkulig, sum hon sjálv vildi sagt. Hon visti ikki sjálv, hvat hon sjálv ynskti sær, uttan kanska at fara út, gera seg dýggjváta, fáa eitt ordans krím og síðan noyðast at fara í song og fáa velling. Knappliga sum tú sært hana sita har, fer barnagentan út úr kamarinum.

Bara tað er ein broyting. Prinsessan klárnar eitt sindur og hyggur íkring. Hon akar seg av stólinum og rennur út. Ikki gjøgnum somu hurð, sum barnagentan fór, men eina sum leiddi til eina forvitnisliga gamla trappu úr avoldaðum eikiviði og sá út, sum eingin nakrantíð hevði sett fótin á. Hon hevði einaferð fyrr verið seks trapputrin uppi. Og tað var nóg góð grund ein slíkan dag at royna at fáa greiðu á, hvagar trappan leiddi.

Hon rann og rann upp — vegurin tyktist sera langur! — inntil hon kom upp á triðja trappupall. Hon sá, at trappupallurin var endin á eini langari gong. Hon rann inn í gongina. Har vóru nógvar hurðar á báðum síðum. So nógvar, at hon ikki legði lag í at lata nakra upp, men rann til endan og snaraði inn í eina aðra gong eisini við nógvum hurðum. Tá ið hon hevði snarað tvær ferðir afturat, og framvegis sá hurðar og bara hurðar um seg, gjørdist hon bangin. Har var so kvirt! Og aftanfyri hurðunum vóru rúm við ongum inni! Tað var ræðuligt. Regnið oysti eisini niður á tekjuna og larmaði øgiligt. Hon snaraði á og tók til beins við fullari ferð. Smáu fótafetini ekkóaðu saman við ljóðiðnum av regninum — aftur til trappurnar og hennara trygga barnakamar. Soleiðis hugsaði hon. Men hon var langt síðani vilst. Men harvið er ikki sagt, at hon viltist, tí at hon sjálv var vilst.

Hon rann eitt strekki, snaraði fleiri ferðir, og gjørdist alsamt meira bangin. Skjótt skilti hon, at hon ikki kendi vegin aftur. Rúm allar staðir og ongin trappa! Lítla hjarta sló, meðan hennara smáu føtur runnu, og ein klumpur vaks í hálsinum. Men hon var ov spent og kanska ov bangin at gráta. Til endans sveik vónin hana. Einki uttan gongir og hurðar til allar síður! Hon tveitti seg á gólvið og fór at gráta og illa láta.Men hon græt kortini ikki leingi. Hon var jú so djørv, sum ein kundi vænta av eini prinsessu í hennara aldri. Aftaná ein ordans grát, reistist hon og bustaði dustið av kjólanum. O, sum hetta var gamalt dust! Síðan turkaði hon sær um eyguni við hondunum. Tí prinsessur hava ikki altíð lummaklútin í lummanum eins og aðrar lítlar gentur, sum eg kenni til. Sum ein sonn prinsessa, avgjørdi hon at fara vituga fram fyri at finna vegin aftur. Hon skuldi ganga gjøgnum gongirnar og hyggja til allar síður eftir trappuni. Hon so gjørdi, men uttan úrslit. Hon gekk sama strekkið aftur og aftur uttan at vita tað. Tí gongirnar og hurðarnar vóru allar eins. Gjøgnum eina hálvopna hurð sá hon at enda eina trappu í einum horni. Men tíverri! Trappan gekk skeivan veg. Ístaðin at fara niður, fór hon upp. Hóast hon var bangin, kundi hon ikki halda sær av berum forvitni. Hon mátti síggja, hvar trappan mundi fara. Hon var ógviliga smøl og so brøtt, at hon mátti grulva upp sum ein fýrbeintur skapningur á hondum og fótum.

Umsett: Kristian Hansen

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *