Fyrstu ferð eg hoyrdi um George MacDonald, var í samband við C.S. Lewis. Seinni hoyrdi eg Tim Keller sipa til MacDonald í onkrari talu og í bókini The King’s Cross (á donskum, Kongen: Et portræt af verdens mest indflydelsesrige mand) — ein gjøgnumgongd av Markusar evangelium. Her vísir Keller til eina serliga hending í ævintýrinum The Princess and the Goblin, har prinsessan Irena fylgir einum ósjónligum tráði. Keller brúkar hendingina til at lýsa ein djúpan andaligan sannleika: At vit kunnu líta á Guds leiðslu, eisini tá ið vit ikki sjálvi síggja vegin.
Hetta fekk meg at keypa og lesa bókina hjá MacDonald. Seinni fann eg í einum brúktbókahandli eina danska týðing av aðrari bók hjá MacDonald: The Lost Princess. Hon gjørdi slíkt inntrykk, at eg valdi at føroyska hana úr enskum. Endamálið var at lesa hana sum kvøldsøgu fyri døtrum okkara, sum tá vóru um 10-12 ára aldur. Teimum dámdi so væl søguna, at eg skjótt fór undir eisini at føroyska The Princess and the Goblin til tær.
Hvør var George MacDonald?
MacDonald var skotskur prestur, rithøvundi og yrkjari, sum livdi frá 1824 til 1905. Hann skrivaði bæði skaldsøgur, yrkingar og ævintýr. Hann hevði stóran týdning fyri millum annað C.S. Lewis. Seinni í lívinum skrivaði Lewis, at MacDonald hevði havt djúpa ávirkan á seg. Í bókini The Great Divorce (á donskum, Den store skilsmisse) letur Lewis enntá MacDonald fáa høvuðsleiklutin sum ein vegleiðari, har hann hjálpir høvuðspersóninum at skilja tað, ið hann upplivir í søguni.
Í Narnia-bókunum hómast eisini íblásturin frá MacDonald. Við sínum skapandi hugflogi megna høvundarnir báðir at leiða lesaran inn í ein veruleika, sum røkkur út um tað, vit vanliga síggja og skilja. Vinmaður Lewis, J.R.R. Tolkien, hevði eisini frá ungum lisið MacDonald og viðurkendi, at hansara egnu Orkar høvdu fingið íblástur frá gobla-heiminum hjá MacDonald.
Ævintýrini hjá MacDonald eru ikki bara barnasøgur. Tey hava fleiri løg. Barnið kann njóta sjálva søguna, persónarnar og allar tær løgnu hendingarnar. Hin vaksni kann samstundis fáa eygað á djúpari tankar um lívið, trúnna, álitið á Gud og stríðið ímillum tað góða og tað ónda. Og óivað fer barnið at skilja okkurt í søguni nógv betur, tá ið tað einaferð lesur hana aftur sum vaksin.
Eg havi í fleiri ár havt hesar báðar bøkurnar hjá MacDonald liggjandi á føroyskum — áðurnevnda Prinsessan og goblarnir og Vilsta prinsessan. Nú ætli eg mær at lata tær koma út úr skuffuni og gera tær tøkar á skilja.org — eitt kapittul í senn um vikuna.
Fyrst kemur Prinsessan og goblarnir.
Meira um hetta seinni!
Skrivað: Kristian Hansen (1. novembur 2026)