Hann byggir…

…hvønn einstakan

Jesus segði ikki: “Tit skulu byggja samkomu Mína.” Hann segði: “Eg skal byggja samkomu Mína” (Matt 16,18). Ein avgerandi munur.

Vit hugsa ofta, at vit sjálvi skulu fáa kristna lívið at eydnast. Vit skulu blíva betri kristin. Vit skulu vaksa í trúnni og tæna Gudi. Og alt hetta hevur avgjørt týdning. Men hvar byrjar hetta? Við tí, sum vit gera fyri Gud? Ella við tí, sum Gud ger í okkum?

Jesus segði við “fiskimenninar”: “Fylgið Mær, so skal Eg gera tykkum til menniskjafiskimenn” (Matt 4,19). Legg merki til orðini: Eg skal gera tykkum til… Hann kallaði teir at fylgja Sær, so skuldi Hann mynda teir. Pætur lýsir somu gongd í fyrra brævi sínum:

“Tá ið tit koma til Hann, hin livandi stein, verða tit sjálvi – sum livandi steinar – bygd upp til eitt andaligt hús…” (1 Pæt 2,4-5).

…okkum saman

Men Gud byggir okkum ikki bara hvør sær. Hann byggir okkum saman til eitt andaligt hús. Hetta er týðandi.

Kristna trúgvin snýr seg ikki bara um mítt persónliga samband við Gud. Hon snýr seg eisini um eitt fólk, sum Kristus savnar og byggir saman. Eingin einsamallur steinur er húsið. Vit hoyra saman.

…ein prestaskap

Men Gud byggir okkum eisini til nakað meira. Pætur sigur víðari, at vit verða eisini bygd upp til “ein heilagan prestaskap, sum ber fram andalig offur, sum við Jesusi Kristi toknast Gudi“. Vit verða sostatt ikki bara frelst frá synd og dómi. Vit verða eisini sett inn í eina nýggja tænastu fyri Gudi.

Men hvussu myndar Kristus okkum so? Í 2 Kor 3,18 stendur, at vit verða umbroytt til Hansara mynd, tá ið vit skoða Hansara dýrd. Gud myndar okkum, tá ið vit venda okkum móti Kristusi og læra Hann at kenna. Bíbilskur vøkstur snýr seg tí ikki bert um at kýta seg meira, men fyrst um at skoða Hann, sum vit fylgja — t.e. samfelagið við hann, hoyra orðið um hann.

Vit kunnu viðhvørt verða skuffaði av okkum sjálvum, tí vit ikki eru blivin tey, sum vit vónaðu. Men boðskapurin er ikki: Bygg teg sjálvan lidnan!

Kom til Kristus, hin livandi stein. Hann er tann, sum byggir. Hann kallar okkum. Hann myndar okkum. Hann byggir okkum saman. Hann letur okkum fáa lut í tí, sum Hann sjálvur ger.

Tí kann Hann eisini siga: “Eg skal byggja samkomu mína.” Og Hann leggur afturat, at “portur deyðaríkisins skulu ikki fáa vald á henni.“ Og sum Paulus seinni orðaði tað: “Hann, sum byrjaði gott verk í tykkum, skal eisini fullføra tað til dag Jesu Krists“ (Fil 1,6).

Samkoman hvílir ikki fyrst og fremst á okkara styrki, men á lyfti Hansara, sum byggir hana.

Skrivað: Kristian Hansen (26. oktobur 2026)

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *