Evangeliið er meira…

Tað er altíð meira at finna í evangeliinum um Kristus.

Tá ið vit hoyrdu evangeliið [t.e. góðu tíðindini um Jesus] fyrstu ferð og komu til trúgv á Hann, byrjaði eitt nýtt lív. Vit fingu fyrigeving fyri syndir okkara og frið við Gud. Hetta eru grundleggjandi sannleikar, sum vit ongantíð vaksa frá, og sum vit ongantíð eiga at gevast at gleðast um.

Men vit skulu eisini vaksa í okkara fatan av evangeliinum, sum vit komu til trúgv á.

At vaksa í evangeliinum

Paulus skrivar, at hann er vorðin tænari hjá samkomuni til at kunngera orð Guds “í allari fylling tess” (Kol 1,25). Og víðari lýsir hann tænastu sína soleiðis: 

“Hann kunngera vit, tá ið vit áminna hvørt menniskja og læra hvørt menniskja við øllum vísdómi, fyri at kunna leiða hvørt menniskja fram, fullbúgvið í Kristusi” (Kol 1,28).

Legg serliga merki til endamálið: at menniskju vaksa og búnast í Kristusi.

Paulus ynskir ikki bara at fortelja menniskjum, hvussu tey kunnu verða frelst. Hann ynskir eisini at læra tey, so tey koma at kenna Kristus betri, skilja Guds vilja og verða myndaði av evangeliinum í øllum teirra lívi.

Tað sama síggja vit í seinastu boðum Jesusar til lærisveinarnar. Teir skulu gera øll menniskju til lærisveinar hansara og læra teir at halda alt tað, sum hann hevur boðað teimum (Matt 28,19-20).

Tað er meira at uppdaga

Hvat merkir hetta fyri okkum?

Hetta merkir, at okkum nýtist ongantíð at troyttast av evangeliinum. Tvørturímóti. Jú betur vit læra orð Guds at kenna, jú meira av ríkidøminum í evangellinum uppdaga vit.

Vit uppdaga meira av Guds náði, av kærleika Kristusar, av verki Heilaga Andans og av vónini, sum vit hava fingið. Vit læra eisini at skilja okkara egna stríð í ljósinum av evangeliinum. Vit fáa hjálp til at halda út, tá ið lívið er tungt, og at liva í størri gleði, dirvi og kærleika til onnur.

Paulus biður fyri teimum trúgvandi í Efesus:

“At Kristus við trúnni skal búgva í hjørtum teirra, so tey kunnu vera rótfest og grundfest í kærleikanum. At tey saman við øllum hinum heilagu kunnu fata, hvussu stórur kærleiki Kristusar er — breiddin, longdin, dýpdin og hæddin” (Ef 3,17-19). 

At hugsa sær, at so nógv er enn eftir at uppdaga í kærleikanum, sum vit longu hava møtt!

Vit verða ongantíð liðug at læra Kristus at kenna. Og vit skulu ikki leita til eitt annað evangelium fyri at finna meira. Vit skulu bert ganga djúpari inn í tað sama evangelium, sum vit longu hava fingið.

Evangeliið er ikki bara byrjanin til kristna lívið. Evangeliið er eisini tað, sum vit skulu liva og vaksa av. Tað, sum vit fáa nýggja vón og styrki frá — alt lívið ígjøgnum.

Skrivað: Kristian Hansen (24. oktobur 2026)

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *