Í 2. Kongabók 13 stendur ein løgin frásøgn, sum vit kunnu lesa skjótt ígjøgnum uttan at hugsa nærri um hana.
Um hesa tíðina er Elisa profetur deyður (13,20). Ein dagin skulu nakrir ísraelar jarða ein mann. Men knappliga síggja teir eitt ránsmannalið. Í skundi tveita teir tann deyða í grøvina hjá Elisa og flýggja.
Tá hendir nakað løgið: Í somu løtu líkið nemur beinagrindina hjá Elisa, livnar maðurin upp aftur (13,21). Løgin frásøgn? Kanska ikki so løgin, sum tú skuldi trúð.
Tí í somu frásøgn verður júst sama orð brúkt um nakað annað, ið er um at henda við Ísrael:
Tann deyði verður tveittur í grøvina.
Ísraelar verða seinni tveittir úr landinum — burtur frá Guds ásjón (2 Kg 13,23 & 17,6f.).
Sama orð. Og samanhangurin er greiður. Ísrael stendur á gáttini til bábylonisku útlegdina. Fólkið stendur til at missa landið, templið og Guds nærveru.
Tað er, sum um Ísrael sjálvt er á veg í eina grøv. Men mitt í frásøgnini um henda deyða, kemur eitt lítið lívstekin: Grøvin skal ikki fáa seinasta orðið! Deyði maðurin varð livandi aftur. Tað er neyvan tilvild, at Bíblian seinni brúkar eina meinlíka mynd um útlegd Ísraels. Ezekiel sær ein dal fullan av uppturkaðum beinagrindum. Og Gud spyr:
“Menniskjasonur, munnu hesi bein fara at livna upp aftur?” (Ez 37,3).

Ja. Gud er mentur at skapa lív úr deyða. Men nú skulu vit enn longur aftur. Tí tað byrjaði ikki við Bábylon. Tað byrjaði í einum garði.
Frá garðinum í grøvina
Bíblian byrjar við menniskjanum í Guds nærveru. Ádam og Eva liva í Eden. Har er lív, yvirflóð og samfelag við Gud. Menniskjað er skapt í mynd Guds og fær sum uppgávu at umboða Gud á jørðini.
Men menniskjan ger uppreistur. Og hon verður tveitt út úr garðinum. Hetta er fyrsta útlegdin í Bíbliuni. Seinni verður hetta mynstur endurtikið aftur og aftur.
Ábraham livir sum fremmandur. Ísrael kemur til Egyptalands og verður trælur. Í Dómarabókini upplivir Ísrael aftur og aftur lítlar “útlegdir,” tá ið Gud letur tey upp í hendur fíggindans.
At enda kemur tann stóra útlegdin: Jerúsalem fellir. Templið lagt í oyði. Fólkið rikið til Bábylon. Tað er sum um, at søgan flytir seg frá:
Eden –> nærvera –> land –> tempul
til:
Fall –> tveitt út –> útlegd –> mist nærvera
Men Gud er ikki liðugur.
Ein nýggjur Ádam
Øldir seinni stendur Jesus sjálvur í einum garði. Getsemane. Har Ádam segði nei til vilja Guds, sigur Jesus:
“Ikki sum Eg vil, men sum Tú vilt” (Matt 26,39).
Jesus fer sjálvboðin inn í líðingina og deyðan. Inn í tað djúpasta myrkrið, sum syndin hevur ført okkum inn í —útlegd.
Hann verður jarðaður. Í eina grøv. Men grøvin fær ikki seinasta orðið. Páskamorgun stendur Jesus upprisin í einum garði. Maria Magdalena heldur, at hann er urtagarðsmaðurin.
Bíblian tykist teska: Garðurin (Eden, nærvera Guds) er ikki mistur í ævir. Hin seinni Ádam er komin út úr grøvini.
Søgan endar í einum størri garði
Bíblian endar ikki við menniskjanum í himli langt burtur frá jørðini. Hon endar við Gudi hjá menniskjunum (Op 21,2-3).
Jóhannes sær tað nýggja Jerúsalem koma niður av himli. Og hvat síggja vit? Eina á. Træ lívsins. Fruktir. Ongin deyði. Einki bann. Og Gud sjálvur býr hjá fólki sínum. Træ lívsins stendur nú mitt í býnum (Op 22).
Atgongdin er opin til træið, sum menniskjan bleiv rikin burtur frá í upphavi. Søgan hevur flutt seg frá:
Garður –> útlegd –> grøv
til:
Uppreisn –> heimkoma –> nýggj skapan
Tað er ein og sama frásøgn.
Kanska er tað nakað av tí vakrasta við at lesa Bíbliuna: Tær mongu frásagnirnar eru ikki bara einstakir, leysir endar.
Viðhvørt brúkar Bíblian sama orðið. Viðhvørt endurtekur hon somu mynd: Ein urtagarður. Eitt fjall. Eitt tjald. Eitt altar. Eitt tempul. Ein grøv. Ein máltíð. Eitt træ… Og knappliga ert tú varur við, at ein lítil frásøgn, sum tú mundi lopið um, er tengd at eini nógv størri frásøgn.
Hetta kallast Bíbilsk Teologi. Vit kundu eisini kallað tað, at læra at síggja ta stóru søguna í teimum smærri søgunum.
Og júst tí er vert at steðga á við ta løgnu, lítlu frásøgnina um deyða mannin í grøvini hjá Elisa. Tí tann deyði verður livandi.
Og harvið fáa vit longu her, mitt í Gamla Tetamenti, eina lítla ábending um ta vón, sum ein dag skal vera tað stóra hæddarpunktið, ið Bíblian endar við:
Deyðin fær ikki seinasta orðið.
Skrivað: Kristian Hansen (30. august 2026)
Myndir: Jan Nagel, The Miracle at the Grave of Elisha (1596). Gustave Dorés, The Valley of Dry Bones (1860-70).