Tað, sum Gud ein dag fer at gera við alt sítt skaparverk, er Hann longu byrjaður at gera í børnum Sínum.
Jesus sjálvur talar um tann dag, tá ið ALT skaparverkið verður endurnýggjað (Matt 19,28).
Paulus brúkar sama orðið um tað, sum Gud longu nú ger í børnum Sínum (Tit 3,5).
Jákup kallar Guds børn fyri frumgróður skapninga Hansara (Ják 1,18).
Tann dagur kemur, tá ið Gud ger ALT nýtt (Op 21,5).
Men hetta verkið er longu byrjað.
Gud bíðar ikki til tann dagin við at gera alt nýtt; Hann er longu byrjaður við okkum.
Tað, sum Gud longu er byrjaður í tær, er ein lítil frumgróður av tí, sum Hann einaferð fer at gera við alt Sítt skaparverk.
Tað størsta er ikki komið enn, men tað er longu byrjað