Syndin kom við út úr ørkini

Tá ið vit lesa frásagnirnar í Bíbliuni, leita vit ofta eftir teimum góðu og teimum óndu. Hvør gjørdi tað rætta? Hvør gjørdi tað skeiva? Hvønn skal eg eftirlíkna? 

Men er hetta nú besti máti at lesa Bíbliuna uppá?

Eitt dømi er frásøgnin um Nóa og synir hansara í 1 Mós 9. Hon verður ofta lisin soleiðis: Kam er tann óndi, sum vanvirðir pápan. Sem og Jafet eru teir góðu, sum fjala sín nakna pápa. Og Nóa er tann rættvísi, sum svarar vanvirðing Kams við banni.

Men kanska áttu vit at steðga á her og spurt, hvør er í veruleikanum rættvísur í hesi frásøgn?

Nóa er maðurin, sum “finnur náði fyri eygum HARRANS.” Hann er “rættvísur” og “livir við Gudi” (6,8-9). Hann trýr Gudi og byggir ørkina. Hebrearabrævið undirstrikar júst hansara trúgv: “Við trúgv smíðaði Nóa ørk, húsi sínum til frelsu” (Heb 11,7).

Men kortini møta vit honum í 1 Mós 9 liggjandi nakin og avdottin í tjaldi sínum. Nóa er sostatt bæði rættvísur og syndari. 

Hetta er ikki ein sjálvmótsøgn. Hetta er ein afturvendandi lýsing av menniskjum í Bíbliuni. Nóa er ikki rættvísur, tí hann er moralskt lýtaleysur. Hann er rættvísur við trúgv.

Men so kemur tann løgna frásøgnin um synir hansara.

Kam sær pápan naknan og fortelur hinum brøðrunum hetta. Sem og Jafet fara inn við rygginum fyrst og fjala yvir pápan. Tað er trupult at síggja nakað gott í skaðafrøðini hjá Kam við at útstilla faðir teirra. Men vit eiga at ansa eftir ikki beinanvegin at gera Sem og Jafet til hetjurnar í frásøgnini. Víst gera teir væl við at fjala teirra nakna faðir. Men teksturin sigur harvið ikki, at teir eru moralskt lýtaleysir.

Og Nóa?

Hann vaknar, hoyrir hvat ið er hent og bannar Kána’an.

Hvar er hansara angur og játtan av egnari synd? Hvar er hansara fyrigeving av syni sínum?

Onki slíkt fáa vit at hoyra. Og kanska er tað júst hetta, vit skulu leggja merki til.Um vit lesa frásøgnina sum eina lítla moralska søgu um tann ónda sonin og teir góðu beiggjarnar, so missa vit nakað nógv størri í søguni. Nevniliga:

Syndaflóðin oyddi ikki syndina, men bara syndarar. Nóa kom út úr ørkini — men syndin kom út saman við honum.

Frásøgnin lærir, at syndin finst ikki bara “har úti” millum tey menniskju, sum vórðu rakt av dóminum við flóðini. Hon finst eisini inni í ørkini. Hon finst í Nóa. Hon finst í synum hansara.

Syndaflóðin loysti sostatt ikki grundleggjandi trupulleikan hjá menniskjanum.

Hetta er eitt avgerandi vegamót í 1 Mósebók. Gud hevur dømt tann gamla heimin og frelst Nóa. Ein nýggj byrjan er komin. Men tann nýggja byrjanin vísir skjótt, at trupulleiki menniskjans ikki er fyrst og fremst heimurin kring menniskjuna. Trupulleikin situr í hjarta menniskjans.

Tí er frásøgnin um Nóa og synirnar ikki fyrst ein frásøgn um, hvussu vit skulu bera okkum at, tá ið onnur menniskju falla.

Frásøgnin vísir ístaðin, hvussu syndin heldur á at spilla menniskjað — og hvussu Gud heldur á við síni frelsuætlan hóast synd menniskjans.

Hetta mynstur kemur at halda á gjøgnum alt GT. Gud kallar Ábraham, men Ábraham lýgur og at kalla selur konu sína. Jákup fær lyfti frá Gudi, men livir eitt lív merkt av sviki og lygn. Dávid verður salvaður sum kongur, men fellir stórliga. Fólk Guds verður bjargað, men vendir aftur og aftur Gudi bakið.

Sum D.A. Carson hevur orðað tað: “Even the good guys are corrupted” (Sjálvt tey góðu eru spilt).

Bíblian er ikki fyrst og fremst er eitt savn av søgum um menniskju, sum vit skulu læra at eftirlíkna.

Timothy Keller endurtók so mangan hetta í samband við GT: “Bíblian snýr seg ikki um teg! Hon snýr seg um, hvat ið Gud ger.”

Eitt nú søgan um Dávid og Goliat. Hon snýr seg ikki fyrst um, hvussu  skalt sigra á tínum “risum” í lívinum; børn, sum ikki akta, trupli arbeiðsleiðarin, bilførarar í ferðsluni, urtapottar, sum ikki vilja vaksa o.s.fr. Frásøgnin snýr seg um Gud, sum verjir sítt navn og bjargar fólki sínum gjøgnum Dávid. Men tá Dávid eisini fellir, so læra vit at spyrja: Nær kemur tann fullkomni og endaligi kongurin, sum fellir tí størsta fíggindanum fyri okkum?

Somuleiðis frásøgnin um Nóa. Hon snýr seg ikki fyrst um, hvussu tú skalt vera sum Nóa, Sem ella Jafet.

Avgerandi spurningurin er:

Hvat sigur frásøgnin okkum um Gud og Hansara frelsuætlan?

Og her byrjar tað rungandi niðurlagið í GT at ljóða:

Menniskjað syndar.

Menniskjað svíkir.

Menniskjað fellir.

Menniskjað doyr.

Men Gud heldur sínum lyfti.

Syndin hóttir frelsuætlan Guds aftur og aftur. Ólýdni, barnloysi, deyði, avgudadýrkan, uppreistur og fráfall tykist aftur og aftur at kunna steðga tí, sum Gud hevur lovað. Men tað ger tað kortini ikki.

Gud vísir seg hvørjaferð at vera størri enn synd menniskjans og fullførir tí altíð sítt lyfti.

Tað er eisini tí, at Hebrearabrævið kann siga: Minnist vegleiðarar tykkara, sum hava talað orð Guds til tykkara! Aktið eftir, hvussu teir endaðu lív sítt, og “eftirfylgið so trúgv teirra” (13,7).

Vit skulu ikki eftirfylgja fyllskapinum hjá Nóa, lygnunum hjá Ábrahami ella syndum Dávids. Vit skulu eftirfylgja trúgv teirra á tann Gud, sum er trúfastur.

Og sjálvt har mugu okkara eygu vendast víðari. Hebrearabrævið letur okkum ikki steðga við trúgvandi menniskju. Aftaná “skýggið av vitnum” vendir høvundin okkara eygum móti Jesusi:

“havandi eyguni vend á Jesus, upphavsmann og fullkomara trúarinnar” (12,2).

Tí Bíblian snýr seg ikki fyrst og fremst um tey góðu menniskjuni. Hon snýr seg um tann Gud, sum frelsir syndarar.

Sjálvt tey góðu eru spilt. Men lyfti Guds er ikki spilt. Tað er tí, at Bíbliusøgan ikki endar við Nóa, Ábrahami, Dávidi ella nøkrum øðrum av teimum “góðu.”

Tá ið vit lesa Bíbliuna soleiðis, so byrja vit at síggja, hvussu stóran Gud og frelsara vit hava: Ein Gud, hvørs frelsuætlan ongantíð miseydnast. Heldur ikki tá ið tey, ið hann frelsir, framvegis eru merkt av synd. Okkara troyst er tí ikki, hvussu væl tað eydnast hjá okkum, men hvussu trúfastur Gud er.

Tað er ikki okkara trúfesti, sum at enda ber frelsuætlan Guds. Tað er Guds trúfasta frelsuætlan, sum ber okkum.

Og hon byrjar og endar í Kristusi.

Skrivað: Kristian Hansen (24. august 2026)

Nettilfar: Gospel in Life (Ein røð hjá Keller, um at finna evangeliið í allari Bíbliuni. Hann náddi bara 1 Mós—Job)

Mynd: Noah’s Drunkenness, James Tissot (ca. 1896-1902).

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *