Spiritual Depression, Martyn Lloyd-Jones
Eg fekk hendur á hesi bók eitt ár eftir, at eg varð andaliga vaktur. Bókin fekk stóran týdning fyri mína fatan av, hvussu Bíblian møtir øllum okkara persóni.
Fyrsti kapittul um Sálm 42,6: “Hví ert tú niðurboygd, sál mín, hví ert tú so órólig í mær? Bíða eftir Gudi! Tí eg skal aftur kunna takka Honum fyri frelsu frá ásjón Hansara!” Hetta lærdi meg um týdningin av at tala til seg sjálvan, tá ið tankar og kenslur koma, sum kunnu taka okkum av fótum.
Eisini kapittulin um Rómbrævið 6,17 (‘Mind, heart and will’) lærdi meg um týdningin av bíbilskari raðfylgju: (1) sannleikin møtir okkara forstandi, (2) forstandið ávirkar hjartað, og (3) hjartað setur viljan í gongd.
Her lærdi eg nakað fyri lívið: at vit ikki sjálvi skulu velja, hvørjar partar av Bíbliuni vit vilja leggja dent á, men royna at leggja dent á tað, sum Bíblian sjálv leggur dent á – og í tí raðfylgju, sum hon hevur.
Á enskum: Spiritual Depression
Á donskum: Tørketid: åndelig tørke, mismod, nedtrykthed, Credo Forlag (KFS) 1987.
Nettilfar: MLJtrust.org (her finst øll bókin sum talur)