„Moses dugdi ikki at skriva“

– og aðrir pástandir, sum skuldu vísa seg ikki at halda

Eitt vanligt bræv skrivað við egyptiskari skrift – næstan 1.000 ár áðrenn Móses livdi.
Eitt vanligt bræv skrivað við egyptiskari skrift – næstan 1.000 ár áðrenn Móses livdi.

Kanska er grund til at vera meira varin við fleiri av nútíðar skrásikru pástandum.

Fyri lítlari øld síðan hoyrdist ofta pástandurin um, at skriving ikki var til á døgum Mósesar. Og tí kundi Móses ikki hava skrivað Mósebøkurnar. Men so vísti fornfrøðin eina heilt aðra mynd av gamla Miðeystri.

“– Tó, hví skal eg tala meir! Tíðin hevði jú ikki rokkið til, um eg skuldi sagt frá” pástandinum um:

-Hetitar, sum ikki vóru til

-Belsazar, sum var ein feilur í Dániels bók

-Dávid, sum var bara ein ævintýrpersónur

-Sargon II, sum Bíblian hevði uppfunnið

-Nineve, sum var søguligt reyp

Kamlear, sum Ábraham ikki kundi hava átt

Filistarar í Mósebókunum ein feilur

Handilsleiðir í skeivari tíð í 1 Mósebók

Søgan vísir nakað týðandi: Sumt av tí, sum einaferð var hildið at vera vatntøtt prógv ímóti Bíbliuni, vísti seg seinni at byggja á manglandi innlit í søguna. Millum annað er pástandurin um skrivingina hjá Mósesi verdur at minnast, næstu ferð onkur fortelur okkum, hvat vit „vita“ um forntíðina.


Skrivað: Kristian Hansen (11. august 2026)

Mynd: Heqanakht-brævið I, Egyptaland, uml. 1961–1917 f.Kr. Papyrus, blekk.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *