
Ecce Homo. Jesus stendur bundin hjá Pilatusi, har sigur Hann: “Ríki Mítt er ikki av hesum heimi” (Jóh 18,36).
Vit hoyra ofta sagt, at ein kristin politikari ikki eigur at lata Bíbliuna stýra sínum atkvøðum. Hann skal lóggeva fyri øll – ikki bara fyri kristin. Hetta ljóðar rímiligt og ábyrgdarfult. Men kann nakar yvirhøvur lóggeva uttan samstundis at byggja á eina ávísa fatan av, hvat er rætt og skeivt?
Tá ið vit siga, at lógin skal vera “fyri øll”, hava vit longu tikið støðu til grundleggjandi spurningar. Hvat er eitt menniskja? Hvørji rættindi skulu verjast? Hvat er gott, og hvat er ringt? Tí er lógarsmíð ongantíð virðisneutralt. Spurningurin er ikki, um lógarsmíð byggir á virðir, men hvørji virðir tað byggir á.
“Ríki Mítt er ikki av hesum heimi”
Orð Jesusar hjá Jóhannesi verða ofta lisin, sum segði Hann, at ríki Hansara onki hevði við hendan heim at gera. Men tað er ikki tað, Hann sigur. Hann sigur, at ríki Hansara ikki er av hesum heimi (Jóh 18,36). Tað hevur ikki sín uppruna í heimsins makt, áhugamálum ella hugsanarhátti.
Jesus heldur fram:
“Til tað eri Eg føddur, og til tað eri Eg komin í heimin, at Eg skal vitna um sannleikan. Hvør tann, sum er av sannleikanum, hoyrir rødd Mína” (Jóh 18,37).
Ríki Jesusar vendir sær sostatt ikki frá heiminum. Tað kemur inn í heimin við sannleikanum. Tað hevur ikki sín uppruna her, men virkar mitt í heiminum og kallar menniskju at hoyra rødd Hansara. Jesus lærir tí ikki, at trúgvin skal haldast burtur úr almenna rúminum, men at ríki Hansara virkar á annan hátt enn heimsins ríki.
“Mynd keisarans – mynd Guds”
Sama er galdandi við orðunum: “Gevið keisaranum tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er” (Matt 22,21).
Ofta verður henda útsøgn lisin sum ein sundurskiling av trúgv og politikki. Men í samanhanginum snýr spurningurin seg um meira enn um skatt. Jesus biður um ein pening. Á honum er mynd keisarans, og tí kann hann latast keisaranum aftur.
Men so leggur Jesus afturat: “…og Gudi tað, ið Guds er.”
Har liggur avgerandi munurin.
Peningurin ber mynd keisarans. Men menniskjað ber mynd Guds (1 Mós 1,27). Tí kann keisarin gera krav upp á sín pening, men ongantíð gera krav upp á menniskjað í absoluttum týdningi. Í samtíðini hevði keisarin í stórum pørtum av Rómaríkinum eisini guddómligan heiður og kravdi trúskap, sum bara hoyrir Gudi til. Jesus viðurkennir hansara borgarliga myndugleika, men setur samstundis eitt greitt mark: ongin verðsligur myndugleiki stendur omanfyri Gud.
Jesus gevur sostatt ikki yvirvøldini eitt øki, har Gud ikki longur hevur myndugleika. Tvørturímóti staðfestir Hann, at eisini keisarin stendur undir Gudi. Tí kunnu hesi orðini ikki brúkast sum grundgeving fyri, at kristin skulu leggja Guds opinberaða vilja til viks í almennari tænastu. Orðini avmarka ikki Guds vald, men vald keisarans.
Salomon kongur
Hesin tankin sæst eisini týðiliga í lívinum hjá Salomoni.
Salomon byrjaði ikki við at vraka Gud. Hann bygdi tempul Harrans, bað um vísdóm fram um ríkidømi og varð kendur fyri sítt skil. Men spakuliga fóru politisk atlit og altjóða samgongur at viga tyngri enn orð Guds. Av atliti fyri sínum útlendsku konum lat hann reisa avgudatempul fyri teirra gudum (1 Kong 11).
Soleiðis byrjaði fráfallið ikki við eini beinleiðis avnoktan av Gudi, men við, at onnur atlit fingu størri týdning enn opinberaði vilji Guds.
Avbjóðingin í dag
Hetta er kanska eisini avbjóðingin hjá okkum kristnu í dag. Ikki bara hjá teimum, sum sita á tingi, men hjá okkum øllum.
Tá ið vit siga, at vit mugu handla “fyri øll”, eiga vit samstundis at spyrja: Hvørji virði stýra okkara avgerðum? Ongar avgerðir eru virðisleysar. Vit handla altíð út frá einum morali. Tað er eisini galdandi, tá lógir verða smíðaðar. Spurningurin er tí ikki, um okkara avgerðir byggja á virðir, men hvørji virðir tær byggja á.
Orð Jesusar kalla okkum ikki at skilja trúnna frá almenna rúminum. Tey minna okkum á, at allur menniskjaligur myndugleiki stendur undir Gudi, sum hevur allan sannleika og allan myndugleika.
Skrivað: Kristian Hansen (23. juli 2026)
Keldur: D.A. Carson, Matthew 13-28: The Expositor’s Bible Commentary, Zondervan 1995:458-60. D.A. Carson, The Gospel According To John, Eerdmans 1991:592-95. Leon Morris, The Gospel According to Matthew, Eerdmans 1992:557-58. Mogens Müller, Mattæus evangeliet fortolket, Det Danske Bibelselskab 1988:262-64.
Mynd: Antonio Ciseri (1821-1891): “Ecce Homo” (1871).