Mong av hinum heilagu risu upp

James Tissot lýsir Matt 27,52–53, tá mong av hinum heilagu rísa upp og vísa seg fyri mongum í Jerúsalem.

“Gravirnar opnaðust, og likamini av mongum av hinum heilagu, ið sovnað vóru burtur, risu upp; tey gingu út úr grøvunum eftir uppreisn Hansara og komu inn í hin heilaga stað og vístu seg fyri mongum” (Matt 27,52-53).

Tað finst neyvan nakað stutt og einfalt svar uppá hesa hending. Matteus er einasti, sum nevnir hana. Gjøgnum tíðirnar eru fleiri komin við einum boði uppá, hvussu teksturin skal skiljast. Eisini Greg Lanier viðger í The Gospel Coalition hesa torføru frásøgn. Niðanfyri verður evnið viðgjørt við støði í nøkrum av teimum sjónarmiðum, hann leggur fram, saman við øðrum viðmerkingum.

Myndamál?

Summi vísa á aðrar frásagnir úr fornøld um kendar persónar, sum doyggja, har eisini óvanlig og undranarverd tekin fylgja við. Tí halda tey, at Matteus ikki ætlar at lýsa eina veruliga hending, men brúkar myndamál fyri at undirstrika týdningin av Jesu deyða.

Til hetta er at siga, at líðingarsøgan hjá Matteusi sum heild ikki er merkt av myndamáli. Hann er nágreiniligur og lýsir hendingarnar sum veruligar søguligar tilburðir. Hann leggur stóran dent á tey mongu, sum vóru hjástødd:

  • Rómverski høvuðsmaðurin, (27,54)
  • Hermennirnir, ið hildu vakt við honum (27,54)
  • Kvinnurnar: Maria Magdalena, Maria, Saloma… (27,55-56)
  • Høvuðsprestarnir, hinir skriftlærdu og elstu (27,41)

Matteus nevnir eisini, at tey, sum risu upp, komu inn í Jerúsalem og vístu seg “fyri mongum.” Henda orðing minnir nógv um, tá Paulus lýsir upprisna Jesus vísa seg fyri mongum vitnum (1 Kor 15,5-8).

Eins og Matteus nevna bæði Markus og Lukas myrkrið yvir landið og forhangið í templinum, ið skrædnaði, sum søguligar hendingar. At Matteus nevnir somu hendingar, men knappliga skuldi skift til reint myndamál mitt í frásøgnini um Jesu deyða, tykist ósannlíkt.

Eisini er vert at leggja til merkis, at Matteus vanliga upplýsir fyri lesaranum, tá ið hann skiftir tekstaslag. Tá ið hann endurgevur profetorð: “Hetta hendi fyri at tað skuldi ganga út, sum skrivað er við profetinum…” (2,15 og 4,14). Tá ið hann lærir: “Hann læt tá upp munnin, lærdi teir og segði…” (Mt 5,2). Talar líknilsir: “Hann talaði nú nógv til teirra í líknilsum…” (Matt 13,3). Men her kemur ongin slík upplýsing.

Stutt sagt, so er trupult at grundgeva fyri, at Matteus knappliga vil hava okkum at lesa hetta lítla brotið inni í líðingarsøguni sum ósøguligt.

Søguligt

Hinvegin er tað heldur ikki uttan trupulleikar at lesa tekstin heilt bókstaviliga. 

Jesus doyr, og við tað sama skrædnar forhangið í templinum. Harður jarðskjalvti rakar økið, klettarnir klovna, og gravirnar opnast.

Tó er tað er væl skilligt, hvussu gravirnar opnast av einum hørðum jarðskjálvta í ljósinum av tátíðar gravsiðum. Nógvar gravir vóru høgdar inn í klettar og helli og steinur rullaður fyri gravarmunnan (Jóh 11,38). Tey deyðu lógu í grøvini, inntil bara beinagrindin var eftir – vanliga í eitt ár. Síðan vórðu beinini savnað í eina kistu og sett endaliga aftur í familjugrøvina.

At Matteus sigur, at “likamini” hjá mongum av hinum heilagu risu upp, kann møguliga benda á, at talan hevur verið um fólk, sum ikki høvdu verið deyð serliga leingi.

Men her stinga aðrir spurningar seg upp.

Hvussu skal raðfylgjan skiljast?

Nøkur undrast yvir raðfylgjuna hjá Matteusi. Jesus doyr langafríggjadag. Gravirnar opsnast. Samstundis sigur Matteus, at mong av teimum heiløgu risu upp. Síðan sigur hann, at tey gingu út úr grøvunum eftir Jesu uppreisn – páskadag.

Merkir hetta, at tey upprisnu hava sitið í teimum opnu grøvunum frá langafríggjadegi til páskamorgun? Hetta tykist ósannlíkt.

Ein betri loysn er at hyggja eftir, hvussu Matteus knýtir hendingina saman við Jesu uppreisn í næsta kapitli. Jarðskjálvti er nevndur bæði, tá ið gravirnar hjá teimum heiløgu opnast (Mt 27,51), og tá ið Jesu grøv opnast (28,2).

Tí halda fleiri, at Matteus nevnir alla hendingina við teimum heiløgu beinanvegin í samband við Jesu deyða. Men at sjálv uppreisn teirra í veruleikanum fór fram aftaná Jesu uppreisn. Matteus velur sostatt at greiða frá teirra uppreisn beinanvegin í 27,52-53, fyri heilt og fult at kunna savna seg um Jesu uppreisn í kapittul 28.

Raðfylgjan verður tá:

Langafríggjadag

  • Jesus doyr
  • Jarðskjálvti rakar
  • Gravirnar opnast

Páskamorgun

  • Jesu grøv opnast 
  • Jesus rísur upp
  • Tey heiløgu rísa upp 
  • Tey vísa seg fyri mongum

Hetta samsvarar eisini við orðini hjá Matteusi um, at tey komu út úr grøvunum “eftir uppreisn Hansara” (27,53).

Tøgn og Leysir endar

Kortini standa nógvir spurningar ósvaraðir. 

Hvørji vóru hesi fólkini? Hvat við nøvnum teirra? Hvat hendi teimum aftaná? Var hetta ein uppreisn sum hjá Lazarusi, dóttur Jairusar og syni einkjunnar í Nain? Máttu tey doyggja aftur seinni? Ella vóru tey reist upp sum Jesus við ódeyðiligum dýrdarlikamum?

Matteus sigur onki um hetta. Og ongar aðrar keldur, sum vit kenna í dag, nevna hesa hending. 

Hetta hevur fingið fleiri at ivast. Um fleiri deyð fólk veruliga komu aftur til lívs og vístu seg í Jerúsalem, so skuldu vit væntað, at onkrar aðrar søguligar keldur eisini høvdu nevnt slíka stórhending.

Men her er vert at hava í huga, at ein líknandi pástandur kundi verið førdur fram móti frásøgnini um Jesu uppreisn. Eisini har hava vit bara bíbilsku keldurnar. Munurin er, at Jesu uppreisn verður nevnd í nærum øllum bókunum í Nýggja Testamenti, meðan hendingin í Matteus 27,52-53 er bara nevnd av honum. Tað er ikki óhugsandi, at hendingin kom at standa í skugganum av boðanini um Jesu uppreisn, sum gjørdist kjarnin í kristnu boðanini.

Kortini eiga tær tigandi keldurnar hvørki at yvirmetast ella undirmetast. Tøgnin ger frásøgnina torførari at prógva søguliga, men hon prógvar ikki, at hendingin ikki kann vera farin fram.

Niðurstøða

Nøkur greið og endalig loysn uppá Matt 27,52-53 finst neyvan.

Men hóast fleiri spurningar standa ósvaraðir, so tykist Matteus sjálvur at leggja upp til, at lesarin skal skilja frásøgnina sum eina veruliga hending knýtta at Jesu deyða og uppreisn.

Samstundis gevur hann okkum so fáar upplýsingar, at nógv framvegis er ósvarað. Kanska er tað júst tí, at henda stutta frásøgn hevur verið ein av harðastu “nøtum at bróta” í Matteusevangelinum.


Keldur: D.A. Carson, The Expositor’s Bible Commentary, Zondervan 1995:580-82. Greg Lanier, “Resurrected Saints and Matthew’s Weirdest Passage,” July 17. 2020: thegospelcoalition.org. Leon Morris, The Gospel According To Matthew, Eerdmans 1992:725-26.

Mynd: James Tissot (1836–1902): “Tey deyðu vísa seg í Jerúsalem” (1886–1894).

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *